Altjóða svimjisambandið World Aquatics broytti herfyri junioraldursbólkin hjá kvinnum, at frá nú vera tær sum fylla millum 14 og 18 ár í viðkomandi kalendaraári, heldur enn 13 til 17 ár. Harvið hava juniorgentur og dreingir sama aldur, har tað til nú hevur verið forskotið við einum ári.
Sum lýst í sambandi við kalendarafundin herfyri, so høvdu Bjørg Jensen og Jón Bjarnason tá bjóðað seg fram til at vera nýggj svimjinevnd, og hevur Rakul Arnfríð Dam nú eisini bjóðað seg fram.
Nýggja svimjinevndin hevði fund her í vikuni, og hava tey skipað seg soleiðis:
Bjørg Jensen, forkvinna
Jón Bjarnason, næstformaður
Rakul Arnfríð Dam, nevndarlimur/skrivari
Nýggja svimjinevndin er longu farin til verka, við m.a. fyrireiking av innbjóðingini til ABMS 2023.
Posted inFelagsskapur|Comments Off on Nýggj svimjinevnd skipað
Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 18. og sunnudagin hin 19. mars 2023.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu breiddir í langhylinum.
Altjóða svimjisambandið hevur júst kunngjørt nýggjasta listan yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har eisini fimm føroyingar eru at finna. Hesi fimm eru tey somu sum stóðu á lista nr 20, har hesin nú er nr 22, galdandi til árslok 2026.
Posted inKapping|Comments Off on Fimm føroyingar á altjóða dómaralista
Her eru luttakaralistar og skráir til báðar stevnupartarnar á svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna sum upprunaliga skuldi verða í svimjihøllini á Tvøroyri, ið av serligum orsøkum er flutt til Vágs.
Fyriskipararnir heilsa:
Upphiting er enn kl 09:30 og kapping kl 10:30.
Vit hava flutt startin av tí seinna partinum til kl 13 í staðin fyri kl 14.
Fyrri parturin endar ca kl 12, so tað verður ca 1 tími til upphiting til tey eldru eisini 🙂
Vit hava valt ikki at broyta kappingarnar, hóast at hylurin er 16m, soleiðis at
1 longd er 12,5m 2 longdir eru 25m 3 longdir eru 50m 6 longdir eru 100m
You must be logged in to post a comment.