Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023.

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023.

Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.

Róland Toftum (1998) úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International 2023 svam seg til úrslitið 29.36 sekund. Hann átti sjálvur gamla metið á 29.43 sekund, frá Danish Open í 2017.

Góðu tit øll,
Tykkum til kunningar, so samtykti starvsnevnd SSF í gjárkvøldið at vilja fyrireika luttøku á fylgjandi stevnum í 2023, har Oyggjaleikir sum kunnugt er fráboðað fyrr:

Líggjas Joensen úr Ægir vann fyri løtu síðani gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36, frammanfyri íslendska Magnus Vidir Jónsson á 16:48.78 og slovakiska Richard Urban á 17:15.40.

Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg í kvøld til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.

You must be logged in to post a comment.