So er tað FM/JM á langgeil 2023

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar nú við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú fríggjamorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl 17:00.

Startlistar síggjast her á Swimify og her á LiveTiming, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt sum svomið verður.

Vit ætla at stroyma eisini, á YouTube-rásini hjá SSF

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.