So er tað NMU 2023

Hetta vikuskiftið er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 í Jönköping, við luttøku av eisini tveimum ungum føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á Swimify, sviar heilsa at teir ætla at stroyma frá hesi stevnu.

Aerial view of Jönköping University, Sweden. Image courtesy of Wikimedia Commons

Tær báðar sum skulu luttaka fyri Føroyar, eru Róa Trygvadóttir (2008) úr Ægir og Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag. Luttøkan hjá teimum sæst her á Swimify.

Útlitini eru best hjá Róu í 200 frí, og hjá Bjartu í 200 rygg, har tær verða styrkismettar til hvør sítt 9. pláss.

Stevnupartarnir eru tríggir

  • Leygarmorgun frá kl 09:00 – Beinleiðis finalur
  • Leygardag frá kl 15:00 – Beinleiðis finalur
  • Sunnudag frá kl 09:00 – Beinleiðis finalur

Tíðirnar eru her tær í Svøríki, sum eru 1 tíma frammanfyri okkara.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.