Teir báðir Heini og Isak luttaka sum kunnugt hesa vikuna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024, í Vilnius í Litava. Og har gongur heilt væl hjá teimum, nú Isak fyrr í vikuni setti føroyskt met í 200 firvald, og báðir hava betrað um persónlig met.

Teir báðir Heini og Isak luttaka sum kunnugt hesa vikuna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024, í Vilnius í Litava. Og har gongur heilt væl hjá teimum, nú Isak fyrr í vikuni setti føroyskt met í 200 firvald, og báðir hava betrað um persónlig met.

Hesir síðstu mánaðirnir hava verið sera góðir fyri føroyska svimjing, tá ið tað kemur til betring av føroyskum metum og juniormetum. Her er eitt yvirlit yvir met sett síðani í mai.

Gløgga eygað hevur sikkurt longu uppdagað, at Líggjas heldur í eini sjokulátaplátu, har á myndini í sambandi við hansara gull í 400 frí á NMU 2024. Handan var vinningurin tí at hann kláraði besta avrik av øllum dreingjum á hesi stevnu, við úrslitinum 1:53.14 í 200 frí, sum gav 732 AQUA-stig. Sí listan her

Dreingirnir hjá okkum megnaðu í dag at vinna flott norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á NMU 2024 í Helsinki svumu seg til úrslitið 7:56.77. Sí úrslitalistan her

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:14.06. Sí úrslitalistan her

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í morgun at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarstevnuni fyri Ung 2024, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 4:06.17. Sí úrslitalistan her

You must be logged in to post a comment.