Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna sær norðurlendskt gull í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:53.14. Tíðin var hartil nýtt føroyskt juniormet. Sí úrslitalistan her
Líggjas gull í 200 frí á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina Continue reading →
Posted inÓbólkað|Comments Off on Líggjas 1:53.14 og gull og juniormet í 200 frí á NMU 2024
Isak Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í morgun at seta stórt nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hann á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Vilnius svam seg til úrslitið 2:05.22. Óli Mortensen átti metið á 2:06.05, frá FM á langgeil í 2016, meðan besta tíð hjá Isaki áðrenn hetta var 2:07.41 frá Danish Open í apríl mánaða.
Isak í Vilnius. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Tíðin er neyðturviliga eisini nýtt føroyskt juniormet, eftirsum at Isak enn er juniorur, her hann luttekur á EJM. Tað metið var hasar 2:07.41 hjá Isaki.
Posted inÓbólkað|Comments Off on Isak 2:05.22 og nýtt føroyskt met í 200 firvald
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna flott silvurheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024, sum er í Helsinki í Finnlandi. Tíðin 16:13.68 er nýtt persónligt met hjá honum, í mun til 16:17.40 frá Danish Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her
Líggjas silvur á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Líggjas 16:13.68 og silvur í 1500 frí á NMU 2024
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Tórshavn Open 2024, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadagin 28. og leygardagin 29. juni 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify og her á SwimRankings
HS menn settu í gjár nýtt føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið teir á Tórshavn Open í Svimjihøllini í Gundadali svumu seg til úrslitið 7:40.27, har metið hjá HS frá 2012 var 3:56.04. Sostatt ein munur á tilsamans 0.39 sekund, sí úrslitalistan her á Swimify
HS menn føroyskt met í 4×100 blandað á Tórshavn Open 2024. Rakul A. Dam eigur myndina Continue reading →
Posted inKapping|Comments Off on HS menn 3:55.15 og føroyskt met í 4×100 blandað
HS menn settu í gjár stórt nýtt føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið teir á Tórshavn Open í Svimjihøllini í Gundadali svumu seg til úrslitið 7:40.27, har metið hjá SuSvim frá 2011 var 7:54.67. Sostatt ein munur á tilsamans heili 14.40 sekund, sí úrslitalistan her á Swimify
HS menn føroyskt met í 4×200 frí á Tórshavn Open 2024. Rakul A. Dam eigur myndinaContinue reading →
Posted inKapping|Comments Off on HS menn 7:40.27 og stórt nýtt føroyskt met í 4×200 frí
You must be logged in to post a comment.