Her eru úrslitini frá “Suðuroyar Sparikassa” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 12. oktober 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu breiddir í langhylinum í Vági. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify.
Isak D. Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti sunnudagin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków” vann kappingina í hesi grein við tíðini 2:02.66. Isak átti sjálvur føroyska juniormetið á 2:03.62, frá NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi í desember í fjør. Sí úrslitalistan her
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 8. til 10. november 2024.
Systkinini Líggjas og Jonna Joensen luttóku í vikuskiftinum á Vestdanske Junior/Senior Kortbane 2024, og gekk tað bara heilt væl hjá teimum. Serliga Líggjas gjørdi vart við seg, við at vera skjótast av øllum í 800 og 1500 frí, næstskjótast í 400 frí og triðskjótast í 200 frí, umframt at verða juniormeistari í øllum hesum greinum.
Líggjas og Jonna Joensen. Birita Joensen eigur myndina
Allar tíðirnar hjá honum vóru persónlig met, umframt í 100 frí, og var besta avrik hjá honum 3:54.34 og 743 AQUA-stig í 400 frí. Líggjas var mest vinnandi svimjari hjá Aalborg, sambært Facebook-síðu hjá teimum, ið er eyka gott tá hugsað verður um at Aalborg eftir øllum at døma vann flest heiðursmerki yvirhøvur.
Jonna svam seg til fjórðapláss í 200 firvald, umframt 7. pláss í 100 firvald.
Gevið gætur – Skráin er broytt, so at B1-2 nú byrja kl 10 og B3-4 umleið kl 12
Her er innbjóðing til “Suðuroyar Sparikassa Stevnu” í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 12. oktober 2024, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Hendan stevna er í staðin fyri ætlaðu svimjistevnu í Klaksvík, sum FS, Reysti og FLOT ætlaðu at skipa fyri. Tíverri eydnaðist tann ætlanin ikki, og bjóðar SuSvim seg so til at hava hesa í staðin.
You must be logged in to post a comment.