Talentvenjingarlega 1. og 2. november 2024

Hetta vikuskiftið verður stór talentvenjingarlega í Klaksvík, sum SSF og feløg skipa fyri. Tilsamans eru tey 31 svimjarar sum eru úttikin til hesa legu, at venja fríggjakvøld og leygardag í Klaksvíkar Svimjihøll.

Rúni Gaardbo eigur myndina
Continue reading
Posted in Venjing | Comments Off on Talentvenjingarlega 1. og 2. november 2024

Úrslit frá Ægir Open 26. og 27. oktober 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 26. og sunnudagin 27. oktober 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir Open 26. og 27. oktober 2024

Lea 2:34.89 og føroyskt met og juniormet í 200 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir Open í Klaksvíkar Svimjihøll svam seg til úrslitið 2:34.89. Sí úrslitalistan her

Lea í Klaksvíkar Svimjihøll. Danny O. Højsted eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Lea 2:34.89 og føroyskt met og juniormet í 200 bringu

Úrslit frá Ægir Open 26. og 27. oktober 2024

Hetta vikuskiftið er Ægir Open í Klaksvíkar Svimjihøll, sum Ægir skipar fyri. Startlisti og úrslit síggjast her á Swimify

Stevnupartarnir eru

  • Leygarmorgun 26/10 frá kl 09:00
  • Leygardag 26/10 frá kl 16:00
  • Sunnudag 27/10 frá kl 14:00
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir Open 26. og 27. oktober 2024

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. oktober 2024

Her eru úrslitini frá “Suðuroyar Sparikassa” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 12. oktober 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu breiddir í langhylinum í Vági. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. oktober 2024

Isak 2:02.66 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald

Isak D. Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag setti sunnudagin stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á “International Swimming Competition For The School Director’s Cup – ZSOMS Kraków” vann kappingina í hesi grein við tíðini 2:02.66. Isak átti sjálvur føroyska juniormetið á 2:03.62, frá NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi í desember í fjør. Sí úrslitalistan her

Krakow. Image courtesy of Milan Boers, CC BY 2.0
Posted in Kapping | Comments Off on Isak 2:02.66 og nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald