Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HM á stuttgeil 2024, sum verður í Budapest í Ungarn hin 10. til 15. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HM á stuttgeil 2024, sum verður í Budapest í Ungarn hin 10. til 15. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á NM og NJM 2024, sum verður í Vejle í Danmark hin 1. til 3. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipaðu fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadag 8. til sunnudag 10. november 2024.
Sí eisini her á Swimify, her á SwimRankings og her á Tempus

Næsta finalukvøld var øgiligt, nú á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2024. Fimm føroysk met og 2 føroysk juniormet, harav Bartal Eidesgaard átti trý met og HS tvey í somu kapping. Hartil svam Líggjas Joensen eina tíð afturat undir HM-kravtíð.

FM og JM á stuttgeil 2024 byrjaði nú fríggjadagin hin 8. november 2024, við nógvum góðum úrslitum, íroknað føroysk met og kláraðar kravtíðir til altjóða kapping. Kappast varð í helvtini av nýggja langhylinum í Svimjihøllini í Gundadali, sum kann styttast til endamálið. Sí úrslitalistarnar her á Swimify

Kappast verður aftur í morgun, frá kl 09:30 við juniormeistarastevnu og innleiðandi riðlum til FM-finalur, og síðani aftur frá kl 17:00 við FM-finalum. Svimjisambandið stroymar her á YouTube, og annars er gott pláss og ókeypis at fara í høllina at hyggja.
Continue readingHetta vikuskiftið verður FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á stuttgeil 2024, í nýggja langhylinum í Havn. Luttakaralistarnir síggjast her á Swimfy, har úrslitini eisini fara at verða at síggja so hvørt sum kappast verður.

You must be logged in to post a comment.