Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SMS Jólasprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 14. desember 2024.

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SMS Jólasprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 14. desember 2024.

Teir fýra Bartal, Heini, Isak og Líggjas megnaðu í kvøld at seta stórt føroyskt landsliðsmet í eisini 4×100 metra frísvimjing, tá ið teir í finaluni á NM 2024 svumu seg til samlaða úrslitið 3:21.75. Sí úrslistalistan her
Hetta var omaná landsliðsmetið í 4×200, fyrradagin, og í forleingilsi av føroyska metinum hjá Bartali her sum fyrsti maður í hesari 4×100 frí stafettini. Gamla metið var 3:26.08, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019.

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta søguligt føroyskt met, tá ið hann í finaluni í 4×100 metra frísvimjing sum fyrsti svimjari hjá føroyska liðnum svam seg til úrslitið 49.95 sekund. Sí úrslitalistan her
Føroyska metið var 50.04, sum fyrst Pál Joensen (1990, SuSvim) svam á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og síðani Bartal tangeraði á FM á stuttgeil í november mánaða.

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til eitt heiðursmerki afturat á NJM 2024, tá ið hann í finaluni í 200 frí svam seg til silvur við næstbestu tíð av øllum, 1:48.49. Sí úrslitalistan her

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna sær silvurheiðursmerki í 1500 frí á NJM 2024, afturat gullheiðursmerkinum sum hann vann í 400 frí í gjár. Sí úrslitalistan her

Isak D. Brisenfeldt vann í dag norðurlendskt gull og setti stórt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á NM/NJM í Vejle svam seg til úrslitið 1:59.39. Sí úrslitalistan her á Swimify

You must be logged in to post a comment.