Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 12. apríl 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 12. apríl 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2025 (ABMS 2025), sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 10. og 11. mai 2025.

Orsaka, tað vísir seg at Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025, so at hon tilsamans setti seks føroyskt met og seks føroyskt juniormet, hesar fýra dagarnar í Bellahøj.

Yvirsædda settið av metum, var í finaluni í 100 metra bringusvimjing, har hon við splitt-tíðini 33.71 aftaná fyrstu 50 metrarnar, setti føroyskt met og juniormet eisini í 50 metra bringusvimjing. Sí úrslitalistan her á Swimify
Metini hjá Leu vóru sostatt í tíðarrað, og hvørja ferð bæði føroyskt met og juniormet:
Vónandi rætt nú. Og ikki so, at seta tvær ferðir bæði føroyskt met og føroyskt juniormet í øllum trimum bringugreinum, yvir fýra dagar 🙂
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til risa føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open vann bronsu við tíðini 2:36.32. Hon átti sjálv metini á 2:38.74, frá í morgun. Sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til flott føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á Danish Open 2025 svam seg til bronsuheiðursmerki og tíðina 3:59.21. Sí úrslitalistan her á Swimify

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í dag at seta flott føroyskt met og juniormet á Danish Open 2025, tá ið hon í innleiðandi riðlunum í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 2:38.74. Hon átti sjálv metini á 2:39.27, frá SuSvim Open í februar mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify

You must be logged in to post a comment.