Undir “Metlistar og kravtíðir” liggur Oyl-07 listin við nøvnum og tíðum, ið higartil hava klárað kravtíðirnar. Seinasti møguleikin, at kvalifisera seg verður til FM í Havn, 27.-29. apríl 2007.
FM seinasta útkall at kvalifisera seg til Oyl-2007
Mona Simonsen við til HM
Nú Elspa Mørkøre hevur givið avboð til HM-07 er 2. svimjarin úttikin eftir galdandi úttøkutreytum har tvey av hvøjrum kyni fáa møguleikan.
4. svimjarin, ið myndar svimjihópin til HM verður sostatt Mona Simonsen úr TS.
Hetta er greitt eftir at altjóðasvimjisambandið FINA hevur boðað SSF frá, at møguleikin fyri at tveir svimjarar til eina/somu grein hava møguleikan at lutaka.
Oyggjaleikirnir á Rodos 2007
Fá meiri at vita um oyggjalekirnar á Rodos við at fara inn á: www.oyl.fo
Avboð til HM-2007
Elspa Mørkøre verður ikki við til HM-2007 í Melbourne í Australiu.
Hetta hevur hon boðað SSF frá í t-posti, hin 29. januar 2007.
HM-svimjararnir klárir
Av teimun 7 landsliðsvimjarunum eru 4 svimjarar úttikinir til heimsmeistarakappingina í Melbourne.
Gentirnar eru:
Úr Fuglafj. svimjifelag (FS): Elspa Mørkøre
Ùr Tvøroyrar svimjifelag (TS): Jutta Thomsen
Dreingirnir eru:
Úr Klaksvík (Ægir): Kristin Olsen
Úr Vágs svimjifelag (VS): Pál Joensen
Teir 7 A-landsliðsvimjararnir vóru umframt omanfyrinevndu vóru eisini Kári á Høvdanum úr FS, Mona Simonsen úr TS og Dánjal Martin Hoffgaard úr TS.
Eisini vóru fleiri nýggja føroysk met sett í 50 m hyli bæði í Íslandi og í Danmark. Metini vera ajourførd so skjótt tey endaliga eru fráboðaði frá svimjinevndini.
Svimjisambandið ynskir øllum luttakarunum tillukku við kappinginum, Hm-luttøku og teimun nýggju føroysku metunum í 50 m. hyli
FM-2007 flutt til 27.-29. apríl í Tórshavn
Á fundi í dag á Toftum, millum starvsnevndina og svimjinevndina var eitt av punktunum FM-2007. Málið hevur verið uppi at venda nakrar ferðir og nú varð so málið komið hartil at ein avgerð skuldi takast. Flytanin av FM botnar í HM-luttøkuni, ið er samstundis sum FM skuldi vera. Tann fyrsta avgerðin varð at framskunda FM til 9. – 11. mars, men eftir drúgva umrøðu varð ein meirluti í svimjinevndini fyri, at flyta FM til 27. – 29. apríl 2007.
Kappingin verður í svimjihøllini í Tórshavn.
Samtykt er eisini at allar svimjitíðir skulu uppgevast í 100 pørtum hereftir.
Í svimjikalendaranum hava staðið nakrar kappingar s.s. bólkur 3 og eldri (OPIN).
Í veruleikanum meinast hetta við at kappingin er frá og við bólki 3 og eldri. Opin í hesum samanhangi gevur onga meining og tí er/verður tann parturin strikaður.
Talan er “snøkt- sagt” ikki um eina opna kapping, men ein kapping frá bólki 3 og uppeftir (3,4,5 og eldri)
OBS: postadr. hjá Svimjisambandinum er: svimfor@post.olivant.fo
ssf@ssf.fo er t-postadr. hjá form. í svimjinevndini Poul M. Poulsen








