Fundarfrágreiðing frá aðalfundinum hjá SSF

Starvsnevndin hevur valt, at leggja “fundarfrágreiðingina” út á heimasíðuna so svimjiáhugað fáa innlit í hvat fyriferst innan føroyska svimjing.

Vónandi er hetta viðvirkandi til, at øll innan føroyska svimjing merkja:

“tá vit íta “ kunnu    “frá okkum bíta”

Lag: Sjá tú blánar….

Ja, nú fara vit aftur út at verja tað land

Sum vit øll meta sera høgt úr fjalli í sand

Nú vit eru til reiðar og av sjálvsáliti full

Seta beinleiðis kós eftir gull.

Føroyar svim nú avstað

Kom og vís teimum tað

At vit hava eitt lag

Ongin fyrr hevur sæð

Og vit “Fylla” hvørt blað

Har vit Standa á rað

Við medaljum av fínasta slag.

RoMBi 2005


Aðalfundur varð hildin í ÍSF-húsinum 28. okt. 2006.

Øll feløgini vóru umboðaði. (Ægir, FS, Reki, Skeggjar, Flot, HS, TS og VS)

Fundurin byrjaði kl. 10.00 stundisliga har form. Palli Ziskason bjóðaði vælkomin og eftir uppskoti frá form. varð Katrin Joensen vald til orðstýrara.

Katrin staðfestið fundin at vera lógliga lýstan, samb. lógum SSF og orðið varð latið formanninum.

1. Formansfrágreiðingin

2. Grannskoðaður roknskapur, ið var einmælt samtyktur

3. Val av nevnd

3 umboð manna starvsnevndina og hesuferð var tað formaðurin sum stóð fyri vali. Palli boðaði frá, at hann tók við afturvali. Av tí at ongi mótvælevni vóru var Palli afturvaldur fyri eitt 2 ára skeið.

4. Innkomin mál (her var onki uppskot til aðalfundin)

5. Ymiskt

Formansfrágreiðing

Síðan seinasta aðalfund hevur starvsnevndin arbeitt við ymiskum málum, men tað sum hevur kravt mest av okkum øllum er útbúgvingin av hjálparfólkum.

À seinasta aðalfundi bleiv heitt á starvsnevndina, um at gera nakað munagott fyri at betra um støðuna við hjálparfólkum innan svimjing. Vit gjørdu av at seta munagóða upphædd av til hetta endamál og settu okkum í samband við danska svimjisambandið um at hjálpa okkum. Ein ætlan bleiv løgd og er hendan fylgd. Vit hava fingið uml 25 vælútbúgving hjálparfólk og 3 høvuðsdómarar. Eg skal vegna starvsnevndina takka  bæði feløgunum og hjálparfólkinum fyri teirra innsats fyri, at hetta átak eydnaðst so væl.

Sum flestu kunnugt, hevði SSF ongan høvuðssponsor við ársbyrjan. Hetta komst av, at avtalan við Føroya Banka gekk út, og ikki eydanðist at fáa nýggjan sponsor. Vit vóru í samband við fleiri og tingaðust leingi við ein, sum so leyp frá og segði seg ikki kunna gera avtalu við okkum.

Tað eydnaðist okkum í summar at fáa tveir høvuðsstuðlar, sum hava gjørt tvey ára sáttmála við okkum, og eru tað Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways. Hesir sáttmálar komu í gildi 1. september og eru galdandi til 30 august 2008.

At hava ein peningastovn og eitt flogfelag sum stuðlar, eru vit sera glað fyri. Eg vil gjarna undirstrika, at hesir stuðlar hugsa framburð og menning, og tað vilja teir eisini, at svimjisambandið skal arbeiða fyri.

Vit í starvsnevndini eru í hesum døgum við at leggja eina ætlan fyri komandi árini. Eina sokallaða visión. Vit hava sett okkum sum mál at fáa NJM at vera hildnað í Føroyum innan tvey ár, og nú er avgjørt, at NSF leggur hesa kapping í Føroyum í 2007. Hetta er ein stór avbjóðing, sum vit meta er sera spennandi og kann vera við til at menna okkara svimjara. Samstundis er hetta eitt høvi at seta Føroyar og føroyska svimjing á heimskortið.

Vit kunnu staðfesta, at føroysk svimjing er í stórari framgongd og menning í løtuni. Hetta sæst best á øllum teimum FM metum sum eru sett seinastu tíðina. Hetta er at fegnast um og vóna vit sjálvandi, at hetta heldur fram. Vit hava javnan føroyskar svimjarar, sum fara uttanlands at royna seg í útlendskum feløgum í styttri og longri tíðarskeið. Hetta er við til at menna okkara svimjarar, sum vit so kunnu fáa gagn av í okkara landsliðsarbeiði. Vit fegnast um, at hetta letur seg gera ,og at svimjarar gera seg galdandi í øðrum londum. Vit vóna tó, at tey ikki velja okkara landslið frá, tí teirra íkast er nógv vert fyri okkum. Tað er bert við so nógvum svimjarum sum gjørligt, ´so høgum støðið sum gjørligt, at vit veruliga kunnu menna føroyska svimjilandsliðið.

Vit hoyra ofta um alheimsgering í Føroyum. Tað er blivið so “inn” at tosa um hetta fyrbrigdi, og starvsnevndin hevur nú tikið avgerð um, at vit eisini vilja vera ein partur av alheimsgerðini. SSF hevur í fleiri ár verið ein partur av LEN, FINA og NSF. Vit hava okkara umboð í LEN, og tað eru vit glað og stolt av. Í ár hava vit luttikið á bæði FINA fundi og LEN fundi. Innan hesar felagsskapir verða allar avgerðir innan svimjing tiknar, og her er umráðandi at vera við.

Á FINA fundi í Montreal í 2005 gjørdi FINA av at seta pening av, so tey smáu limalondini kunnu fáa fíggjarliga stuðul til menning av svimjing. Fyrsta ítøkiliga  møguleikan hava vit fingið nú. Vit kunnu senda føroyskar svimjara til HM í svimjing í Melbourne komandi ár, við fíggjarligum stuðli frá FINA og okkara nýggju stuðlum.

Eg haldi hetta er ein gyltur møguleiki, sum vit eiga at taka av. Um vit skulu gera okkum vónir um at koma við í alheims svimjifamiljuna, mugu vit vísa okkum, har vit hava møguleika til tess, og tí er ongin ivi í minari sál, at hetta skulu vit nýta. Vit kunnu ikki vænta, at okkara svimjara gera seg galdandi í hesum høpi, men um vit ikki luttaka millum tey bestu, koma vit ongantíð at fáa hægsta støði í Føroyum……

Vit hava í farna ári verið við til fleiri kappingar uttalands. NJM luttóku vit í sum vanligt og DÅM – royndin vit gjørdu í fjør, bleiv endurtikin. Føroyar vóru við til NUM í Malmø, EJM á Mallorca eins og vit vóru umboðað við luttøku í kapping í Danmark í apríl.

Komandi kalendari er lagdur, og her verður roynd gjørd at halda eitt FM í november eins og FM er framskundað frá maj til mars komandi ár. Vit hava OYL komandi ár, og tað er ein ein stór persónlig avbjóðing fyri svimjarnar at skulu luttaka í hitanum á Rhodos. Eg haldi tó, at tíðin er komin at taka eitt orðaskifiti um, hvat vit vilja við føroyskari svimjing framyvir. Skulu vit framhaldandi hava OYL sum tað størstu svimjihendingina, ella skulu vit avmarka okkara luttøku í OYL og heldur vera umboðaði í fleiri ymiskum útlendskum kappingum ???? Alt er ein fíggjarligur spurningur, men vit mugu hava eina ætlan – eina visión……..

Eitt annað mál, sum hevur verið frammi í farna ári, er persónligar sponsoravtalur.

Starvsnevndin hevur í hesum sambandi kunnað øll feløgini um, hvønn politik SSF hevur á hesum øki. Vit hava eisini arbeitt við at fáa eina “setanaravtalu”, sum skal vera galdandi millum SSF og svimjara, sum verða úttiknir á landsliðið. Vit vóna, at limafeløgini í SSF taka undir við hesum uppskoti, so vit kunnu sleppa undan óneyðugum trupuleikum í framtíðini.

Formaðurin hevur alment fráboðað, at vit mugu fáa betri umstøður til svimjing. Vit hava í hesum sambandi heitt á kommunur og land at raðfesta svimjing hægri. Seinast hava vit heitt á Runavíkar kommunu um at fáa betri umstøður. Hetta er ein av størru kommununum í landinum, og her er ongin svimjihylur. Vit mugu fáa ein 50 metra hyl í Føroyum og mítt ynski er, at ein slíkur kann koma innan 10 ár.

Í hesum sambandi fari eg at heita á øll innan svimjing, um at gera sítt til, at okkara politikarar raðfesta svimjing hægri runt landið. Í dag er tað ein trupuleiki at fáa venjingartímar til okkara landslið í 25 metra hyljum, og tað er sera óheppið.

At enda fari eg vegna strarvsnevndina at takka øllum limafeløgunum, svimjarum og mynduleikum fyri gott samstarv í farna ári, og mín vón er, at føroysk svimjing eisini i framtíðini hevur góðan framburð.

Palli Ziskason, form.

————————

Undir “Ymiskt” var. “merkjaskipanin” umrødd og spurt var um tað ikki hevði verið eitt hugskot, at marknaðarført skipanina, so at hon gerst meiri sjónlig í gerandisdegnum.

Merkjaskipanin hevur til endamáls, at skapa áhuga fyri svimjing m.a. úti í fólkaskúlanum og er eitt gott  amboð hjá ítróttalærarum, at brúka í svimjiundirvísingini.

Skipanin varð væl móttikin og brúkt rættiliga nógv tey fyrstu árini, og ynskiligt hevði verið, at hon framhaldandi kann vera til eina hjálp í skúlunum.

Møguleikið er hjá ungum, at ogna sær merkir alt eftir hvussu tey klára, at gjøgnumføra førleikakrøvini innan svimjing og á tann hátt “klatrað uppeftir stiganum”. Vit eiga áhugað fólk innan svimjingina, ið vilja vera viðvirkandi til, at fáa ment hetta og fáa sum best burturúr.

Starvsnevndin fer at leggja tilfar um “merkjaskipanina” út á heimasíðuna og á tann hátt gera sítt til, at endamálið við skipanini verður rokkið.

Av øðrum, ið var frammi var m.a. Oyggjaleikir nú og í framtíðini. Hvat vilja vit við føroyskari svimjing og hvussu verða vit betri í altjóða høpi. Skulu oyggjaleikir verða størsta gularótin i føroyska svimjing? Verða vit betri av at luttaka á oyggjaleikunum? Er støðið hækkað av  oyggjaleikaluttøku? Skulu vit satsað minni uppá oyggjaleikir fyri at koma við til fleiri aðrar kappingar? Skulu vit taka av møguleikanum at senda svimjarar til HM, EM, EJM, NJM, NUM, DÅM o.s. Fundarluttakarar vóru ymiskir á máli og ongin greið niðurstøða/semja var “hvat var best”, men tó hevði ein varhugaðan av, at tað var umáðandi/týðandi, at hugsa annarleiðis “hugburðsbroyting”?? og geva rúmd fyri, at kunna búnast víðari. Eitt var tó semja um, at vit luttakað á Rhodos, hóast hetta ikki er tað allarbesta tíðspunktið, at senda okkara svimjarar niður í 40 gradir at gera sítt besta. Oyggjaleikatíðspunktið er rættuliga óheppið – ikki bert fyri svimjingina – men sum heild fyri øll, ið skulu luttakað á tí ítróttarliga økinum (hini kunnu nýta sólina).

Óivað eru fleiri, ið skulu til próvtøku, hósdagin 28. juni og longu 30. juni verða oyggjaleikirnir settir……..

Ein kann so spyrja (?) er hetta  “forsvarligt” –  og einaferð afturat  “mennandi” ella  vera vit betri fyri “ítróttarlig” og soleiðis kundu vit hildið áfram  lyvst so spyrst -.

Oyggjaleikir byrjaðu í 1985 og higartil eru 11 leikir avviklaðir. Úrtøkan hevur verið “góð” til tíðir og eisini “minni góð” – men “óansæð” – hon hevur kostað nógvar pengar. Uml. 93 heiðursmerkir eru í okkara svimjiposa og tað eru vit sjálvandi errin av, men hvat hevur so hvørt “heiðursmerkið kostað”? 30 túsund ella meiri? Skal tað gerat upp í pengum ella skal tað í heila tikið gerast upp og um tað skal  “Hvussu”? – vit lata spurningin standa opnan til komandi aðalfund at umrøða ……..

Ì endanum av aðalfundinum høvdu okkara nýkosnu yvirdómarar okkurt áhugavert at fortelja. Ein høvuðstrupulleiki er, at ov fá hjálparfólk møta til kappingar, hóast við “bert” fyri nøkrum fáum mánaðum síðani vóru við til, at útbúgva uml. 25 nýggj hjálparfólk fyri nógvar pengar!!! Heitt var á feløgini um, at taka hendan trupulleikan í størsta álvara og senda/skaffa hjálparfólk til komandi kappingar, samb, reglugerðini um hjálparfólk til kappingar.

SSF fer at hava fund við yvirdómararnar um hetta og leggja eina útbúgvingarætlan í eina fasta rammu, har skeiðir vera hildin runt um í Føroyum. Ein møguleiki er, at feløgini sjálvi taka stig til at kontakta yvirdómararnar og skipa fyri lokalum útbúgvingum. SSF skaffar skeiðtilfar til undirvísingina.

Eitt annað gott hugskot var at feløgini framyvir høvdu hjálparfólkabúnað sjálvi, sum tey so flýggjaðu út til hjálparfólkini, tá kappingar vóru hildnar runt um í feløgnum. Búnin verður so avleveraður aftur til felagið til at brúka næstuferð. Hetta var væl móttikið og vóna vit, at feløgini taka hetta til eftirtektar.

Eftir ein góðan og sigiligan fund, skipaðu Svend Åge Seloy frá HS og Reidar Simonsen frá TS skeið fyri feløgunum í tí nýggjasta innan svimjiforritið “WinGrodan”.

Fundur  lokin kl. 14.15

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Fundarfrágreiðing frá aðalfundinum hjá SSF

3 nýggir føroyskir altjóðadómarar í svimjing

Hjálparfólka- og yvirdómaraspurningurin loystur.

Á seinasta aðalfundi á heysti í 2005 var álagt starvsnevndini at skipa fyri hjálparfólkaskeiði. Hetta var sera átroðkandi, tí dømingin var komin á eitt í so lágt støðið og tí var tað umráðandi, at útbúgva hjálparfólk skjótast gjørligt.

Eisini var yvirdómaraspurningurin frammi og tað var hildið sera óheppið at vit í Føroyum ikki høvdu okkara egnu yvirdómarar. Okkara einastu yvirdómarar higartil hava verið Jon Hestoy og Sørin S. Djurhuus, ið báðir eru givnir.

Í tøttum samstarvi við danska svimjisambandið hevur hetta nú loksins eydnast og hava vit í dag uml. 30 útbúgvin hjálparfólk, ið fingu síni prógv longu í januar mánað 2006 og um vikuskifti fingu vit so 3 yvirdómarar, ið hava verið til próvtøku og roynd í Vejle.

Yvirdómararnir eru: Dan Mikkelsen og Elin Matras úr Klaksvík og Evald Rasmussen úr Tórshavn.

Svimjisambandið ynskir teimun hjartaliga tillukku við próvnum sum yvirdómarar.

Niðanfyri hava vit fingið sendandi eitt referat um skeiðið frá teimun trimun og sum vit loyva okkum at seta á heimasíðuna:

Eitt sindur um sjálvt skeiðið:

Vit hava nú í 2 umførum verið í Danmark fyri at taka endaligt yvirdómaraskeið, hetta er tað seinasta av 5 “mondulum”, sum krevjast fyri at kunna kalla seg yvirdómari. Onkur av okkum manglar enn mondul 6 “stævnesekretær”, sum verður tikið seinri.
“Dansk Svømmeunion” hevur á fyrsta sinni koyrt hetta skeiðið á ein heilt nýggjan og nýmótans hátt. Tvs., at dentur var lagdur á tað psykologiska í læruni og lærarin her var Gert Ottosen, sum dagliga undirvísir á Københavns Universitet og so vítt vit fingu at vita eisini starvast sum psykologur til dagligt. Eisini er hann pápi at kenda danska landsliðssvimjaranum Jeanette Ottosen. – Hetta kláraði hann við manér. Vit blivu “testaði” bæði so og so og fingu nógv at vita um sjálva psykologiina í at virka sum ovasti myndugleiki til eina svimjikapping. Vónandi duga vit, at brúka hetta tá vit fara út at virka í tí dagliga, men tað tekur sikkurt eina løtu at byggja upp.

Hinir lærararnir á skeiðnum vóru “Unions-dómarir” Jens Jensen og Birger Muller, sum báðir hava luttikið sum dómarar til altjóðakappingar kappingar s.s. DM, EM o.s.fr. Teir tóku sær mest av lógunum í svimjingini og testaðu okkara vitan innan sjálva svimjingina. Eisini blivu fleiri filmar vístir frá OL, VM o.a., sum vit kanska skuldu víst fram her í FO. Her verður hugsað um “feilir” sum verða gjørdir undir vatni, vendingar, startir o.a.

Vit vóru 11 á skeiðnum, sum í fyrsta umfari fór fram í Korsør og so hesa seinnu ferðina í Vejle.
Tíbetur kláraður vit øll 3 tað endaligu royndina og kunnu nú kallað okkum altjóða svimjidómarar.
Men tað krevst av okkum – um vit vilja halda áfram at vit hvørt ár møta til “efteruddannelse” í DK.

Annars fellur heitið burtur.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on 3 nýggir føroyskir altjóðadómarar í svimjing

Tíðindaskriv frá FINA-fundi i Madrid

Altjóðað svimjisambandið FINA, helt fund í Madrid í seinastu viku. Formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Palli Ziskason, umboðaði Føroyar á hesum fundi, sum vardi í tveir dagar og er vinstrumegin avmyndaður saman við Fina-presidentinum Mustapha Larfaoui úr Algeria.

À fundinum vóru uml 120 av teimum 191 limalondunum, sum eru í felagskapinum, umboðaði. Herumframt vóru umboð fyri IOC eisini við á fundinum, umframt fleiri av samstarvspartnarunum hjá FINA, m.a. stórir sjónvarpsframleiðarar, sum hava rættin, at framleiða sendingar fyri FINA.

Nógv ymisk mál vóru viðgjørd á fundinum, m.a. ein ætlan fyri menning av svimjing fyri 2005 – 2009.

Her hevur FINA lagt eina ætlan, sum m.a. sigur:

  • At menna og upplýsa um svimjing
  • At arbeiða fyri rúsfríum ítrótti
  • At menna altjóða samstarv
  • At samskipa felags reglur innan svimjing
  • At fyriskipa HM og øðrum FINA kappingum.

Ein partur av hesi ætlan er at fáa øll limalond at luttaka í menningini og samstundis geva so nógvum sum gjørligt møguleikan, at luttaka í altjóða kappingum. Nógv av limalondunum hava ikki fíggjarliga orku til slíkar luttøkur, men FINA vil nú royna at stuðla.

Vertirnir fyri komandi kappingum kunnaðu eisini um fyrireikingarnar av hesum.

Svimjisamnd Føroya fekk nýggj samband við fólk ymsastaðni frá og er tað okkara vón at hesi kunnu vera við til at menna okkara ítrótt framyvir.

Starvsnevndin.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Tíðindaskriv frá FINA-fundi i Madrid

Aðalfundurin 2006

AÐALFUNDUR

Aðalfundur í Svimjisamband Føroya verður leygardagin, hin 28. oktober 2006 –  kl 10.00

í ÍSF-húsinum

Dagsskráin er hendan


1. Val av orðstýrara.
2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Ymiskt.

Møgulig uppskot til aðalfundin vera at senda til starvsnevndina innan 13. oktober 2006.

Klaksvík, tann 20. september 2006

Vegna starvsnevndina

Palli Ziskason, formaður.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Aðalfundurin 2006

Ísamband við sponsoravtaluna við NS og AA helt for

Fyrst skal eg vegna Svimjisambandið takka fyri, at vit í dag blivu boðin higar, at undirskriva  stuðulsavtalur við Norðoya Sparikassa og Atlantic Airways.

At hetta verður gjørt í dag í Runavíkar Kommunu, er ikki av tilvild.

Vit, sum eru við í føroyskari svimjing í dag, halda at umstøðurnar at íðka hesa ítróttargrein ikki eru tær bestu. Her hugsa vit um, at tað einans eru 3 svimjihallir í landinum, sum hava hyljar, sum uppfylla altjóða mál, tvs 25 metra hyl, sum er krav til kappingar. Hetta ger, at tað er trupult hjá svimjarum, at menna seg enn meiri, og harvið gera seg galdandi í kappingum á altjóða støði, samstundis, sum tað er trupult hjá okkum, at bjóða okkum fram sum vertir og fyriskiparar av altjóða kappingum í Føroyum.

Her í kommununi er ongin almennur svimjihylur og onki svimjifelag, hóast hetta er ein av størri kommununum í landinum. Vit mugu vóna at svimjing fær høga raðfesting í kommununi her, eins og í øðrum kommunum við.

Eisini er tað lívsfarligt ikki at duga at svimja !

Tað er tó vert at leggja til merkis at av øllum fólkaskúlanæmingum ( uml. 7.500) í Føroyum, eru bert nakrir heilt fáir ( færri en 50) sum ikki fáa regluliga svimjiundirvísing.

Um vit skulu gera okkum enn meiri galdandi í kappingum, mugu umstøður mennast og betrast alla tíðina, og til hetta krevjast góður stuðlar, bæði til lokalu svimjifeløgini og landsliðið.

Vit eru sera takksom fyri at Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways tóku av møguleikanum at vera stuðlar hjá okkum og vóna vit at hetta samstarv kann vera til fyrimunar fyri okkum øll.

Stóra takk fyri !

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Ísamband við sponsoravtaluna við NS og AA helt for

Sponsoravtalan er undirskrivað

2 ára høvuðssponsoravtalan komin uppá pláss.

Í nýggju hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Runavík varð seinnapartin 14. sept. undirskrivað ein 2 ára høvuðssponsoravtala við

“Norðoya Sparikassa” og “Atlantic Airways.”

Avtalan er galdandi frá 1. sept. 2006 til 31. aug. 2008 –  t.v.s 2 fylgjandi svimjiár.

Svimjisamband Føroya takkar Norðoya Sparikassa og Atlantic Airways hjartaliga fyri avtaluna.

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Sponsoravtalan er undirskrivað