FM-2007 flutt til 27.-29. apríl í Tórshavn

Á fundi í dag á Toftum,  millum starvsnevndina og svimjinevndina var eitt av punktunum FM-2007. Málið hevur verið uppi at venda nakrar ferðir og nú varð so málið komið hartil at ein avgerð skuldi takast. Flytanin av FM botnar í HM-luttøkuni, ið er samstundis sum FM skuldi vera. Tann fyrsta avgerðin varð at framskunda FM til 9. – 11. mars, men eftir drúgva umrøðu varð ein meirluti í svimjinevndini fyri, at flyta FM til 27. – 29. apríl 2007.

Kappingin verður í svimjihøllini í Tórshavn.

Samtykt er eisini at allar svimjitíðir skulu uppgevast í 100 pørtum hereftir.

Í svimjikalendaranum hava staðið nakrar kappingar s.s. bólkur 3 og eldri (OPIN).

Í veruleikanum meinast hetta við at kappingin er frá og við bólki 3 og eldri. Opin í hesum samanhangi gevur onga meining og tí er/verður tann parturin strikaður.

Talan er “snøkt- sagt” ikki um eina opna kapping, men ein kapping frá bólki 3 og uppeftir (3,4,5 og eldri)

OBS: postadr. hjá Svimjisambandinum er: svimfor@post.olivant.fo

ssf@ssf.fo er t-postadr. hjá form. í svimjinevndini Poul M. Poulsen

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on FM-2007 flutt til 27.-29. apríl í Tórshavn

Ársins ítróttarfólk 2006.

Enn einaferð er staðfest at “SVIMJING” er best

Enn einaferð er staðfest at svimjararnir eru ringir at “koppa” av skamlinum

Enn einaferð er staðfest at svimjigentan Elspa úr Syðrugøtu varð kosin ársins ítróttarfólk 2006

Enn einaferð og fyri aðruferð kunnu vit ynskja Elspu tillukku

Góða Elspa,

Starvsnevndin í Svimjisambandinum ynskir tær hjartaliga tillukku. Vit eru øll somul innan føroyska svimjing stolt av tær og ynskja tær alt tað besta.

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Ársins ítróttarfólk 2006.

Tveir svimjarar tryggjað sær gullnál

Jutta Thomsen og Mona Simonsen frá Tvøroyrar Svimjifelag vunnu báðar gullnál í gjár, tá kapping var í Vági

Tað var ein stórur dagur fyri Tvøroyrar Svimjifelag og fyri føroyska svimjing sum heild í gjár, tá Jutta Thomsen og Mona Simonsen vunnu sær gullnál í kapping í Vági.

Tað var á teininum 800 m frí svimjing, at tær báðar svumu seg til eina gullnál. Fyri at vinna eina gullnál skulu svimjararnir svimja í eini tíð, sum gevur 730 stig, og hetta megnaðu tær báðar henda dagin.

Jutta Thomsen kom á mál í tíðini 9.09.69, og gav hetta henni 737 stig. Beint eftir henni á mál var Mona Simonsen í tíðini 9.09.95, sum gav 736 stig.

Tær vunnu sær ikki bara gullnál henda dagin. Tíðin hjá Juttu Thomsen var eisini føroyskt met. Gamla metið var 9.12.32, og tað átti Elspa Mørkøre.

Ikki nógvar kvinnur hava megnað at vunnið sær gullnál fyrr. Jutta og Mona vóru nr. 3 og 4 í røðini, og undan teimum hava bert Elspa Mørkøre og Petra Gardar megnað hetta.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Tveir svimjarar tryggjað sær gullnál

Hvat hendir ………….

Heimasíðan verður útbygt allatíðina og roynt verður eftir førimuni, at upplýsa um hvat hendir innan føroyska svimjing.
Vit halda okkum í tí heimliga umhvørvinum.
Svimjarar og onnur áhugaði hava jú møguleikan at vitja aðrar heimasíður innan svimjing har altjóða úrslit og nýggjheitir eru at finna. Tað er ongin grund til at brúka tíð og kreftir uppá at uppfinna tann djúpa tallerkin einaferð afturat.

Undir “Metlistar og kravtíðir v.m.” liggja kravtíðirnar til A- og B- landsliðshópin.

Undir somu yvirskrivt liggur ein síða: “Oyl-2007 luttøkulisti higartil”
Navn og tíð hjá nr. 1, 2, 3 og 4, ið hava klárað kravtíðina innan hvørja svimjigrein og so hvørt tey verða tikin av øðrum, vera tey skift út og  nýggju sett inn, soleiðis, at vita allatíðina kunnu síggja og fylgja við hvørjir teir 4 skjótastu svimjararnir eru hjá kvinnum og monnum.

Hetta er vegleiðandi og tí skal ongin kenna seg tryggan fyrrenn tey endaligu boðini fyriliggja!

Galdandi úttøkutreytir eru at 2 teir skjótastu svimjararnir í hvørji svimjigrein hava møguleikan at vera við á Oyl-07 á Rhodos.

“Top 10 listi” – ið hava tey hægstu stigini – ein fyri kvinnur og ein fyri menn –  liggur undir “Metlistar og kravtíðir v.m.”

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Hvat hendir ………….

Kári á Høvdanum við í svimjikapping í Svøríki

Kári luttók leygardagin 16. des. í eini svimjikapping í Malmø. Kappast var í 50 m. hyli og tað hildnaðist bara heilt væl. Tey fóru til Malmø tíðliga leygarmorgunin og komu heimaftur til Birkerød seint sama kvøld og í metposanum hevði Kári 3 nýggj føroyk met, ið eru til skjals á heimasíðuni: http://www.malmo-kappsim.m.se/tavlingar/gp2006/respass1.htm
Tíðirnar hjá Kára vóru: 50 rygg 00.29.95 í 100 rygg 01.03.71 og í 200 rygg 02.16.72
Kári er komin heim at halda jól og mamman hevði “ræst kjøt og súpan” á borðinum til hansara (tað skuldi bara mangla).
Jólasteðgurin verður ikki langur og longu 2. jóladag fer hann avstað og víðari 3. dag við felagnum SIGMA til Týsklands á venjingarlegu til 7. jan. 2007
Vit ynskja Kára hjartaliga tillukku við hesum og ein góðan túr.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kári á Høvdanum við í svimjikapping í Svøríki

Samandráttur frá NJM-2006 og síðsti partur

Sunnumorgunin kl. 08.00 byrjaði upphitingin til seinasta triðingin av NJM-2006 í stásiligu svimjihøllini i Tampere í Finnlandi. Leygardagurin hildnaðist bara heilt væl og eftir, at svimjararnir høvdu fingið hvílt út vóru teir uppsettir uppá, at gera sítt allarbesta. Vitandi um, at talan var um sterkastu svimjarar hjá okkara brøðratjóðum, ið kappast skuldi í móti, vóru øll greið yvir, at tað fór at vera sera torført ella rættari sagt ómøguligt, at koma uppá tær ovastu røkurnar, men roynast skuldi og kanska fór tað at eydnast.

Tað endaði við at Elspa Mørkøre enn einaferð fyri 3. ferð í kappingini stóð á sigurspallinum sum nr. 3 við bronsuni um hálsin tá hon í 200 rygg við tíðini 2.18.76 setti nýtt føroyskt met og harafturat betraði hon um allar tíðirnar í kappingunum hon luttók í við ikki minni enn 6 nýggjum føroyskum metum og tað má sigast at vera sjáldsamt.

Samanumtikið fingu føroysku svimjararnir 4 bronsuheiðursmerkir í unglingameistarakappingin 2006 har Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar svimjifelag vann 3 og Pál Joensen úr Vágs svimjifelag vann 1. Tað var nokk eingin loyna, at Elspa hevði sett nøsina upp eftir einum betri slagið av metalli í 50 rygg. Hon átti silvurheiðursmerkið frá NJM-05 í Íslandi at forsvara og tað skuldi ikki verið heilt ómøguligt, at endurtaka bragdið. Hetta eydnaðist ikki, men samanlagt er Elspa Mørkøre tann føroyski svimjari í NJM høpi, ið hevur klára seg allarbest.

Elspa Mørkøre var og er okkara besta boð í løtuni á føroysku gentusíðuni og hetta vísti hon eisini bæði væl og virðiliga til NJM. Vónirnar vóru realistiskar og vit vistu, at Elspa fór at gera sítt allarbesta og varð tað tí gott, at ungu NJM-svimjararnir loksins náddu kappingina í síðstu løtu. Hon hevði – sum nevnt omanfyri – eina vón um at betra um metallið í 50 rygg. Hon lá sera væl fyri allan vegin, men tann 1 ára yngra svenska gentan saman við javnaldranum av flatlondum forpurraði henni spælið og Elspa mátti takað til takkar við 3. plássinum, bert 3/10 partar aftaná nr. 2 og 4/10 partar frá 1. plássinum. Elspa vísir framgongd hvørjaferð hon er til kappingar og forbetrar seg allatíðina. Elspa hevur, eins og Dánjal Martin úr Vágs svimjifelag nátt aldursgrensuna og verður tí ikki við til komandi NJM, næsta ár í Føroyum. Til tað er bert eitt at siga: Spell!

Pál Joensen hevði eisini ætlanir um at gera vart við seg. Hetta megnaði hann eisini við at vinna bronsuna í 1500 m við tíðini 16.08.25. Tíðin var ikki tann besta hjá Pál á hesum strekkinum. Sjávlur eigur hann metið við tíðini 16.03.59. Eftir tilmeldingartíðunum lá Pál á einum 3. plássi við uml. 8 sek. niður til nr. 2. Bestu tilmeldingartíðina í 1500 hevði Christoffer Vallin úr Svøríki. Tíðin hjá unga svenska svimjaranum var 15.32.60. Her var nokk lítil og ongin kjansur fyri tí glitraða gullinum, men vónina um at fáa fatur á næstbesta metallinum var ikki óhugsandi. Hóast hann fylgdi væl við meginpartin av strekkinum so var tað sum um at kreftirnar til tað høga tempoði hevði forkomið hesum møguleika, men bronsan var heima. Pál hevur møguleikan komandi ár at “betra” hetta og spennandi verður um hann til NJM-2007, ið verður í Føroyum kann gera hetta bragdi. Lyvst so spyrst. Koyr bara meiri á PJ.

Kári á Høvdanum, sum dagliga venur við danska svimjifelagnum SIGMA hevði eisini sínar dreymar um at náa fram at sigurskamlinum, og skuldi dreymurin ganga út so skuldi svimjast bæði væl og skjótt og kanska eitt sindur afturat. Kári er í góðari venjing og skuldi á ein ella annan hátt kunna gjørt okkurt hálið. Ryggsvimjingin er hansara “spesialið” og eftir tilmeldingartíðunum hjá “rivalunum” var tað ómøguliga ikki ómøguligt. Kári er evnaríkur ryggsvimjari og hóast hann ikki í sínum fyrsta NJM høpi megnaði, at koma fram at sigurskamlinum, so vísti hann tað, at “venjing og aftur venjing” er vegurin fram, til at gerast enn betri. Kári betraði um nøkur av sínum egnu metum í kappingunum hann luttók í og tá kann ein vera nøgdur, hóast vónirnar til eitt betri úrslit ikki var nátt á hesum sinni. Saman við Páli hava teir báðir á “mannligu” síðuni teir bestu møguleikarnar í Føroyum komandi ár, at vísa hvar skápið skal standa. Drívið á!

Dánjal Martin Hoffgaard úr Vágs svimjifelag hevur tikið seg rættuliga fram. Dánjal Martin luttók í NJM-2005 fyrstuferð í Íslandi og hansara seinasti møguleiki at gera vart við seg var . Hann hevur nátt aldursgrensuna og er tí ov gamal at luttaka við í Føroyum komandi ár. Hóast hann royndi tað hann kundi so var yvirvágin ov stór, men hann svam eina sera flotta tíð sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini 4×100 frí við tíðini 00.53.57 og liggur nú bert uml. 6/10 frá tí føroyska metinum, ið er 00.52.94 har fríkongurin á strekkinum er ikki hvør sum helst í føroyskum svimjihøpi – nevniliga Eivind Eysturoy. Við úrslitinum í NJM-2006 í huga fer Dánjal Martin skjótt at koppa aldrandi fríkonginum og krýna seg sjálvan sum nýggjan kong í 100 frí og uttan iva í fleiri afturat. Drív á DMH.

Jákup Ø. Mohr úr Fuglafj. svimjifelag luttók fyri fyrstuferð til NJM. Styrkin hjá Jákupi er bringusvimjingin og kravtíðirnar, ið settar vóru í 50, 100, 200 bringu hevði Jákup klárað og so var at leggja til brots. Jákup legði út við at svimja 200 bringu við tilm. tíðini 2.30.23 og við 1/10 parti seinni kom Jákup á mál. Vinnarin á strekkinum gjørdist Elias Lindskog úr Svøríki við tíðini 02.15.66. Í 50 bringu betraði hann um tíðina hjá sær við 3/10 pørtum. Í 100 bringu var tilm. tíðin 1.09.56 og tað eydnaðist ikki Jákupi at betra um tilm. tíðina og kom á mál við tíðini 01.10.57 Vinnaratíðin í 100 bringa var heilt niðri á 01.02.81 og er hetta uml. 3 sek skjótari enn tað føroyska metið. Jákup hevði ikki teir stóru møguleikarnar í móti teimun sterku finsku, svensku og donsku javnaldrunum, ið allir lógu niðri á eini tilmeldingartíð, ið var heili 6 sekund skjótari og sum heldur ikki svíktu sína tilmeldingartíðir, men ístaðin betraðu um hetta, so her var ikki nógv at stilla upp hjá Jákupi. Hóast Jákup ikki svam upp til sítt besta so var hann tó við at seta 2 nýggj føroysk met í liðsvimjingunum. Jákup fekk tó bøtt um tíðina í 100 bringu tá hann í liðsvimjinginí svam tíðina 1.09.77 Hann er eins og Dánjal Martin fallin fyri aldursgrensuni og verður ikki við til komandi NJM. Báðir eru teir nú í bólki 5 og har manglar ikki nógv í hjá Jákupi at taka bólkameti og tá tað er tikið er ikki so langt til føroyska metið. So her er bert eittans at gera og tað er venjing og aftur venjing so eru metini heima. Oyggjaleikir standa fyri framman so her er bert eitt at gera: Koyra meiri á maskinuna.

Í liðsvimjingunum 4×100 blandað við tíðini 04.02.78 og 4×200 frí við tíðini 08.02.75 settu dreingirnir nýggj føroysk met. Tey gomlu metini áttu fyrrverandi landslið so samanlagt eitt flott avrik. Dreingirnir komu á mál sum nr. 4 av 7 londunum í 4×200. Tað skal tó viðmerkjast, at norska liðið kom fyrr á mál, men var kolldømt tí 3. svimjarin hjá teimun tjóvstartaði.

Bjørg Seloy úr Havnar Svimjifelag luttók fyri fyrstuferð til NJM. Bjørg er ein sera evnaríkur firvaldasvimjari og eigur nógv í sær, sum hon ikki fekk víst rættuliga hesuferð, men her er ongin ivi um at hetta gerst betri á heimabana 2007. At verða kastað fyri leyvurnar langt frá sínum krevst dirvi til og tað er onki annað at gera enn at seta øll segl til. Bjørg luttók í 50 og 100 firvald, ið eisini er hennara sergreinir. Tilmeldingin í 50 firvald var 00.32.04 og hon kom á mál við tíðini 00.32.83 og í 100 firvald var tilm. tíðin 01.08.86 og kom á mál við tíðini 01.10.29. Bjørg hevði tó eina betri tíð í liðsvimjingini har hon sum fyrsti svimjari kundi staðfesta tíðina til 01.08.89, ið samstundis er hennara næstbesta tíð. Drív á Bjørg.

Mona Simonsen úr Tvøroyra svimjifelag var eisini við fyri fyrstu ferð eins og Malan Bærendsen, ið eisini svimur fyri TS. Sergreinin hjá Monu er ivaleyst frísvimjingin og teir longru teinarnar s.s. 200, 400 og 800 frí. Tilmeldingartíðin í 800 var 09.24.65 og hon kom á mál við tíðini 09.28.07. Í 200 frí var tilm. tíðin 02.13.07 og heimkoman vísti 02.13.50. Í 400 frí var tilm. tíðin 04.36.46 og her betraði hon tíðina til 04.36.18 Nakað er tó eftir til at koma nærri teimun í mannað sigurskamlarnar í løtuni, men eisini her sum hjá Bjørg skulu seglini setast til og so skulu úrslitini nokk koma. Tú tekur ongan skaða av at koyra meiri ferð á Mona.

Malan V. Bærendsen vísti seg fyri fyrstuferð í NJM høpi. Tað, ið henni dámar best at svimja er ivaleyst bringa og til NJM hevði hon uppnátt kravtíðirnar at svimja 200, 100 og 50 bringu. Tilm. tíðin í 200 bringu var 2.48.13 og máltalvan vísti tíðina 02.51.63. Í 50 bringu var tilm. tíðin 00.36.49 og á málinum varð hon skrásett við tíðini 00.37.30. Í kappingi 100 bringu var tilm. tíðin 01.18.98 og máltalvan vísti við heimkomu 01.19.64. Malan er ein ungur svimjari í bólki 4 við nógvum góðum í sær – og tað er sum hjá so mongum bert ein vegur fram og tað er venjing og aftur venjing. Humørinum feilar onki og tá omman spurdi hana seint sunnukvøldið á hotellinum hvussu tað hevði gingist svaraði hon ..tað kundi verið betri..jeg veit at jeg eigi at kunna gera tað nogv betri..

Malan hevur sagt tað sum sigast skal og vit bíða øll í spenningi – drív á Malan!

Hóast, tær ikki svumu upp til sítt allarbesta við undantakið av Monu í 400 frí so megnaðu tær saman við Elspu, at taka føroysku metini í liðsvimjingunum 4×100 blandað og í 4×200 frí. Metini áttu undanfarnu føroysku landsliðini, so staðfestast má hóast alt, at framgongd er at síggja.

Samanumtikið vunnu vit 4 bronsu og settu 11 føroysk met í NJM (NorðurlandaUnglingaMeistarakappingini) í Tampere í Finnlandi 2006 og er hetta so nógv tað besta, ið er komið í hús í NJM-høpi nakrantíð.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Samandráttur frá NJM-2006 og síðsti partur