Jon Hestoy afturvaldur

Eftir ársfundin í europeiska svimjisambandinum, LEN,  sum varð hildin í Zurich í Sveits sunnudagin, eru undirnevndirnar eisini mannaðar fyri komandi 4 árini.

Í nevndina fyri Open Water er Jon Hestoy afturvaldur. Vit ynskja Jon tillukku við afturvalinum og takkað fyri hansara arbeiði innan europeiska svimjing.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Jon Hestoy afturvaldur

Altjóða Dómari í Svimjing

Altjóða svimjisambandið, FINA, hevur góðkent Evald Rasmussen sum altjóða dómara frá 1. januar 2009 at rokna.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Altjóða Dómari í Svimjing

Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

Sum kunnugt byrjaði Havnar Svimjifelag eitt átak her fyrst í nýggja svimjiárinum, at fáa til vega fleiri útbúnar venjarar. Og nú eru so tey fyrstu 9  útbúgvin, eftir at hava verið á kvøldskeið tann 9., 18. og 25. september. Vit ætla at hava nakrar eyka ‘temadagar’ afturat her í heysthálvuni; men formliga eru tey altso svimjiskúlavenjarar nú :-)

Tey nýútbúnu eru: Vár Jacobsen, Brynhild F. Jacobsen, Rúni K. Hansen, Dánjal Hestoy, Katarina Lamhauge, Marjun Eysturoy, Mariann Øster, Gunnvá Egholm og Sigurd Lamhauge. Skeiðshaldari var undirritaði Rókur í Jákupsstovu, og lat meg heldur beinanvegin staðfesta, at HS hevur verið fyrimyndarligt í íverksetingini av hesum svimjiskúla.

Posted in Útbúgving | Comments Off on Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

Fundur við feløgini

Starvsnevndin hevur boðið formonnunum í feløgunum til fundar leygardagin, 4. okt kl 09:30, í Fuglafirði

Til viðgerðar eru møguligar lógarbroytingar í SSF.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Fundur við feløgini

Ársaðalfundur 2008

Aðalfundurin hjá Svimjisambandinum verður í ÍSF-húsinum leygardagin 25. okt.kl. 10.00.

Dagsskráin er hendan:

1. Val av orðstýrara

2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðing frá virki felagsins í farna ári

3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap

4. Innkomin mál

5. Val av nevndum og eykamonnum

6. Ymiskt

Víst verður annars til “Lógir og Svimjireglur”.  (lógir)

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Ársaðalfundur 2008

NJM 2008 í Svøríki

Norðurlendska kappingin (NJM) verður í ár í Svøríki, í døgunum 6. og 7. december. Kappingin er í Södertälje, sum liggur uml 30 km uttan fyri Stockholm.

Luttakarnir eru gentir sum eru føddar 1993-1994 og dreingir føddir 1991-1992

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on NJM 2008 í Svøríki