HM í Manchester

Ferðaskrá til HM í Manchester er nú klár. Ferðin byrjar úr Vágun sunnudagin 6. apríl kl 08:15 til Keypmannahavnar við RC 450 og víðari til Manchester við SK 541 kl 17:35.

Heimferðin er úr Manchester týsdagin 15. apríl kl. 13:50 og víðari til Føroyar kl 19:00

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on HM í Manchester

Kalendarafundur

Árligi kalendarafundurin verður í ár á Viðareiði vikuskiftið 6 – 7 juni 2008. Nærri upplýsingar verða kunngjørdir seinni.

Svimjinevndin og Starvsnevndin

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Kalendarafundur

Svimjireglurnar dagførdar

Svimjinevndin hevur saman við starvsnevndini á fundi 17. mars 2008 samtykt dagførdar svimjireglur. Dagførdu svimjireglurnar liggja her á heimasíðuni, og koma í gildi í dag 20. mars 2008.

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv | Comments Off on Svimjireglurnar dagførdar

Landsliðsvenjarin farin frá

Brian Marshall hevur boða svimjisambandinum frá at hann av persónligum orðsøkum, ikki kann halda fram sum landsliðsvenjari.

Í hesum sambandið er avtalu gjørd við Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnasson um at teir røkja venjarastarvið fyribils. Fyrsta uppgáva teirra verður HM í Manchester.

Samstarvið millum Svimjisamband Føroya og Sundsamband Íslands heldur fram sum upprunaliga avtala.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Landsliðsvenjarin farin frá

Metlistarnir dagførdir

Metlistarnir eru nú dagførdir.

Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri ber til at síggja metlistarnar.
http://www.susvim.com/SSF_metlistar/metlistar_yvirlit.htm

Um onkur leggur merki til onkran feil, ber til at seta seg í samband við svimjinevndina, ið hevur ábyrgdina av at dagføra metlistarnar.

Ein av komandi døgunum verður leinkja gjørd til metlistarnir undir “Metlistar og kravtíðir”.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Metlistarnir dagførdir

FM í svimjing 2008

FM í svimjing 2008 verður í Tórshavn í døgunum 16. – 18. mai 2008.

Fyri fyrstu ferð til FM fara kvinnur at kappast í 1500 m frí, og menn í 800 m frí.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on FM í svimjing 2008