Venjaraskeið

Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum
– Ítróttur fyri børn og ung.

Skeiðið verður 19 og 20 september 2008 í ÍSF-húsinum. Fríggjakvøldið 19/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og leygardagin 20/9 frá kl. 9.00 til 17.00.

Evni:

–         ítróttarpædagogikkur

–         Ítróttarumhvørvi

–         Menning hjá børnum

–         Venjing

–         Trygd og ábyrgd

–         Etikkur og moralur
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, Leygardagin verður venjing í Badmintonhøllini.

Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Málbólkur:Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá Danska Ítróttasambandinum.

Hvat fært tú burturúr:

–         Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

–         Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi

–         Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir:Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:Kostnaðurin fyri skeiði er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og evt. gisting í FSF-húsinum.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.

Posted in Útbúgving | Comments Off on Venjaraskeið

Kalendarafundur

Sum fyrr fráboða, verður kalendarfundurin í ár á Hotel Norð á Viðeriði. Vit møtast fríggjakvøldi kl 19,30.

Tey í hava tørv á gisting mugu siga fra innan mikudagin til formannin á mail: pal-zis@olivant.fo

Posted in Felagsskapur, Kapping, Tíðindaskriv, Útbúgving | Comments Off on Kalendarafundur

FM 2008

FM í svimjing í ár, varð sum kunnugt sent beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum um vikuskiftið.

Nú er møguligt at ogna sær hesar sendingar á fløgu, og kunnu tær keypast frá Svimjisambandi  Føroya. Talan er 3 fløgur, sum kunnu keypast fyri kr. 250,-

Hevur hetta tykkara áhugað, so er at flyta kr. 250,- til konto í Norðoya Sparikassa nr. 9865-495.373.2 og vit senda fløgurnar til navn og adressu hjá avsendar av flytingini.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on FM 2008

Heilsan

Í samband við FM 2008 og at altjóða svimjisambandið fyllir 100 ár í ár, hava vit fingið hesa heilsan frá FINA forsetanum.

Kæru arbeiðsfelagar og vinir.

Í 2008 hátíðarheldur FINA 100 ára stovningardagin. FINA varð sett á stovn hin 19.juli 1908 í samband við OL í London. 8 lond vóru við frá byrjan, tey vóru Belgia, Danmark, Finnland, Frakland, Týskland, Stóra Bretland, Ungarn og Svøríki.

Umboð úr hesum londum virkaðu sum stovnarar av FINA og nú, 100 ár seinni, er FINA umboðað við svimjisambondum í 195 londum í øllum heiminum.

Í hesum serliga felagsskapi, sum hátíðarheldur 100 ár av stríði og góðum úrslitum, vil eg minna á, týdningin av okkara ítrottargrein í sosiala samfelagnum í hvørjum einstakum landi.

Svimjing er meira enn bert ein ítrottargrein, svimjing bjóðar okkum eisini lærdóm í lívinum :

·       Ein skúli við fysiskari útbúgving – Ongin onnur ítrottargrein bjóðar betri ískoyti til harmoniska búning av barnakroppinum.

·       Ein skúli við tryggari útbúgving – har ið vit, við at duga at svimja, kunnu bjarga mannalívum í vatninum.

·       Ein skúli við hvíld og vælveru fyri kropp og sinn.

·       Ein skúli við socialari harmoni – sum tekur lut í einum samfelag, bæði í vatni og á turrum.

·       Og ein skúli við fair play. Tað er mangan víst av okkara fremstu íðkarum at teir duga at vísa virðing, tolsemi og vinarlag, annaðhvørt teir kappast ella stuðla hvørjum ørðum.

Hvørt av okkara svimjisambondum hava til uppgávu at nýta hesar fyrimunir til best møguliga áhuga.

Hóast vit ferð eftir ferð síggja góð, og støðugt betrandi úrslit í kappingum sum OL, HM og heimligum stevnum, er enn nógv eftir at gera í nógvum londum. Eg vil tí eggja avvarandi myndugleikar at hjálpa okkara svimjisambondum við at játta neyðugan stuðul til at gera eina menningarætlan fyri vatn-ítrott sum umfatar fylgjandi :

·         At verja vatn, sjálvandi.

·         At byggja hyljar og skapa møguleikar fyri fleiri spæli og venjingarøkjum.

·         Frálæra í svimjing skuldi verið kravd í skúlum.

·         At skapa fast samstarv við allar almennar myndugleikar : heilsu og skúlamálaráð, kommunur osfr.

·         At leita jaligan stuðul í miðlum og ynskja at teir stuðla hjálparfólki í teirra sjálvbodna arbeiði sum venjarar og fyriskiparar.

Tað er ikki altíð lætt at finna fígging til slík verk. Men altjóða samstarv skuldi verið alt meiri sjónligt í ítrottarheiminum av tí at tað kann vera við til at ímynda frælsi og harmoni.

Í dag æra vit teimum sum hava veitt sítt íkast til FINA søguna, íðkarnir sjálvandi. Men eisini venjarar og hjálparfólk teirra.

Einastandandi síður í ítrottarsøgubókini eru skrivaðar seinastu 100 árini. Ikki bara á altjóða støði, men eisini í nærumhvørvi. Í dag takka vit serliga øllum teimum sjálvbodnu sum hava veitt tíð og orku til okkara ungdóm. Uttan tey høvdu vit ikki havt slíka viðgongd.

Mustapha Larfaoui, Forseti

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv | Comments Off on Heilsan

FM

Starvsnevndin saman við svimjinevndini hevur ásett at halda FM 2009 í døgunum 9 til 11. maj.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on FM

Oyggjaleikir 2009

Oyggjaleikirnir í 2009 vera á Álandi í døgunum 27. juni til 4. juli.

Svimjisambandið hevur nú avgjørt vit vera við til hesar leikir. Í hesum sambandi hava venjarnir sett kravtíðirnar sum galda fyri úttøku til leikirnar. Kravi er 3. besta tíð frá seinastu Oyggjaleikium á Rhodos.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Oyggjaleikir 2009