Tveir nýggir samstarvsfelagar

Svimjisambandið hevur gjørt avtalu við Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar um samstarv komandi tvey árini.

Avtalurnar koma afturat teimum, sum áður eru gjørdar við Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways og Intersport. Hesar fimm avtalur skulu komandi tvey árini, fram til 2010, hjálpa Svimjisambandinum við menningini av føroyskari svimjing.

Starvsnevndin fegnast um at tað er eydnast at fáa hesar avtalur sum tryggjar arbeiði komandi tvey árini.

Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Tveir nýggir samstarvsfelagar

Jon Hestoy afturvaldur

Eftir ársfundin í europeiska svimjisambandinum, LEN,  sum varð hildin í Zurich í Sveits sunnudagin, eru undirnevndirnar eisini mannaðar fyri komandi 4 árini.

Í nevndina fyri Open Water er Jon Hestoy afturvaldur. Vit ynskja Jon tillukku við afturvalinum og takkað fyri hansara arbeiði innan europeiska svimjing.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Jon Hestoy afturvaldur

Altjóða Dómari í Svimjing

Altjóða svimjisambandið, FINA, hevur góðkent Evald Rasmussen sum altjóða dómara frá 1. januar 2009 at rokna.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Altjóða Dómari í Svimjing

Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

Sum kunnugt byrjaði Havnar Svimjifelag eitt átak her fyrst í nýggja svimjiárinum, at fáa til vega fleiri útbúnar venjarar. Og nú eru so tey fyrstu 9  útbúgvin, eftir at hava verið á kvøldskeið tann 9., 18. og 25. september. Vit ætla at hava nakrar eyka ‘temadagar’ afturat her í heysthálvuni; men formliga eru tey altso svimjiskúlavenjarar nú :-)

Tey nýútbúnu eru: Vár Jacobsen, Brynhild F. Jacobsen, Rúni K. Hansen, Dánjal Hestoy, Katarina Lamhauge, Marjun Eysturoy, Mariann Øster, Gunnvá Egholm og Sigurd Lamhauge. Skeiðshaldari var undirritaði Rókur í Jákupsstovu, og lat meg heldur beinanvegin staðfesta, at HS hevur verið fyrimyndarligt í íverksetingini av hesum svimjiskúla.

Posted in Útbúgving | Comments Off on Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

Fundur við feløgini

Starvsnevndin hevur boðið formonnunum í feløgunum til fundar leygardagin, 4. okt kl 09:30, í Fuglafirði

Til viðgerðar eru møguligar lógarbroytingar í SSF.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Fundur við feløgini

Ársaðalfundur 2008

Aðalfundurin hjá Svimjisambandinum verður í ÍSF-húsinum leygardagin 25. okt.kl. 10.00.

Dagsskráin er hendan:

1. Val av orðstýrara

2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðing frá virki felagsins í farna ári

3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap

4. Innkomin mál

5. Val av nevndum og eykamonnum

6. Ymiskt

Víst verður annars til “Lógir og Svimjireglur”.  (lógir)

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Ársaðalfundur 2008