Frágreiðing frá aðalfundinum

Aðalfundur í Svimjisamband Føroya 25. oktober 2008
Fundarfrágreiðing

ÍSF-húsið
kl 10.00

Møtt:
SSF: Palli Ziskason, Maud Poulsen, FS: Øssur Mohr, Andrea Eldevig, Heðin Olsen HS: Sigurd Lamhauge, Evald Rasmussen, Flot: Snorri Jensen, Maria Danielsen, Ægir: Símun Akursmørk Susvim: Palli Eystberg, Malan Kjærbo, Jon Hestoy, Skeggjar: Lív Magnussen, Agnas Heinason Reki: John Olsen

Orðstýrari: Katrin Joensen

Skrivari: Ninna R. Ørvarodd

Avboð:
Jórðun Eið burturstødd í ørindum fyri Svimjisambandið

Ikki møtt uttan avboð:

Skrá:
1.    Val av orðstýrara
2.    Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári
3.    Kassameistarin leggur fram granskoðaðan rokniskap
4.    Innkomin mál
5.    Val av nevndum og eykamonnum
6.    Ymiskt

AD 1
Palli Ziskason skeyt Katrin Joensen upp til orðstýrara, og var hon einmælt vald. Klappað var fyri henni

AD 2
Palli Ziskason las formansfrágreiðingina upp.

AD 3
Maud Poulsen las roknskapin upp
Sigurd Lamhauge ynskir at tað framyvir klárt framgongur hvussu nógvir pengar verða nýttir at ferðast fyri og hvussu nógv verður nýtt til skeiðir. Inntøkan frá Atlantic skal somuleiðis inntøkuførast.

AD 4
Starvsnevndin í SSF hevur gjørt eitt uppskot til lógarbroyting. Hetta uppskot til sent feløgunum áðrenn fundin. Oraðskifti var um lógarbroytingarnar.

Hesar broytingar vóru góðkendarog skulu sendast stjórn ÍSF til góðkenningar og síðan leggjast fyri aðalfundi ÍSF:

7. Aðalfundurin
Hægsti myndugleiki í­ SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í mai mánað. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum og á heimasíðu SSF ein mánað frammanundan.

Innkomin mál
Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av sambandinum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.

Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgum í SSF, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSF og grannskoðaranum. Hesi nevndu hava talurætt. Fundarskrá, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál vera send feløgunum 8 dagar fyri aðalfundin.

Innkomin uppskot skulu standa á fundarskránni. Mál ið ikki standa á fundarskránni, kunnu bara viðgerðast, um 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum er fyri at taka tey til viðgerðar.

Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundurin skal verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í SSF skrivliga ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.

8. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaður og tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár og næstformaður og skrivari annaðhvørt ár. Valdur verður tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram sum um umskipan ikki var farin fram.
Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn.
Starvsnevndin kann seta kassameistara.
Starvsnevndin sendir einaferð árliga ÍSF frágreiðing um virki SSF. Starvsnevndin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum.

14. Fíggjarliga grundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, stuðulssvimjingum (sí­ reglugerð) o.ø.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.

AD 5
Palli Ziskason skeyt upp at velja Jon Hestoy sum nýggjan formann í SSF. Onki annað uppskot til formann í SSF
Palli Eystberg og Andrea Eldevig vóru skotin upp sum nýggir nevndarlimir í SSF, og vóru tey einmælt vald sum nevndarlimir í SSF.
Símun Akursmørk valdur sum eykalimur í SSF.

Nevndin í SSF er sostætt hendan:
Jon Hestoy formaður, Maud Poulsen, Jórun Eið, Andrea Eldevig og Palli Eystberg. Eykalimur er Símun Akursmørk.

Poul N. Poulsen nýggjur limur í dómsnevndini fyri Hera á Lava.

AD 6
Boðað var frá, at á einum aðalfundi fyri nøkrum árum síðani, varð avtala at SUM skuldi hava tveir startar, hetta var eitt mistak og verða svimjireglarnir um tjóvstart brúktir.

Orðaskifti var um nýggja bólkabýtið, og røddir vóru frammi um at hetta bólkabýtið oyðileggur møguleikarnir fyri at fáa tilgongd serstakliga millum dreingirnar. Møguliga skal nýggjur bólkur 4 gerast. Eisini skal reglugerð fyri bólkabýtið og árgansbýttu kappingarnar gerast.

Feløgini legði stóran dent á týdningi at fáa ungdóms- og talent-landsliðsarbeiðið at virka aftur.

Fleiri nýttu høvið at takka Palla fyri tað arbeið hann hevur gjørt fyri SSF
Palli Ziskason nýtti somuleiðis høvi til at takka fyri seg, og var glaður fyri at hava verið við í arbiðinum SSF at frama.

Fundurin var lokin kl 13.00

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Frágreiðing frá aðalfundinum

Føroysk luttøka á norðurlendskari ráðstevnu

Í døgunum 23. – 26. okt var tann 9. norðurlendska ráðstevnan hildin í Selfossi í Íslandi, evnið var “Elementary Svimming Teaching”. Høvuðstalari var kendi kanadiumaðurin Steve Haufler, sum vísti ein hóp av hjálpiamboðum, m.a. einum stórum spegili, sum kann leggjast niður á botnin, so at svimjarin sær seg sjálvan, meðan hann svimur. Umframt vóru íslendingar, ið søgdu frá sínum royndum, og hvussu svimjingin var skipað í skúlunum / feløgum har.

Jórun Eið Johannesen, sum umboðaði Føroyar, mælir øllum svimjilærarum / venjarum at fara á komandi ráðstevnu, ið verður í Noregi í 2010. Á ráðstevnuni vóru uml. 130 luttakarar. Fleiri av luttakarunum, sum vóru væl royndir og á høgum stigi innan svimjingina, søgdu seg fáa nógv burtutúr.

Posted in Útbúgving | Comments Off on Føroysk luttøka á norðurlendskari ráðstevnu

Úttøkutreytir til EM

Starvsnevndind avgjørdi á fundi 30. oktober 2008, at hesar úttøkutreytir eru galdandi til EM í stuttum hyli í Rijeka, 11.-14. desember 2008:

Úttiknir verður teir 4 svimjararnar, ið hava hægst FINA-stig, omanfyri gullnálatíðina (NB! Gullnálatiðin á seinasta nálalistanum hjá SSF). Tíðirnar skulu vera svomnar í tíðarskeiðnum 1. september til og við 30. november 2008.

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Úttøkutreytir til EM

Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag

Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag

Svimjari hevur rætt til at vera limir í fleiri svimjifeløgum í senn, men kann bara umboða eitt felag í svimjikappingum í senn.

Luttøka uttanlands fyri útlendskt svimjifelag, broytir ikki uppá rættindi at umboða eitt svimjifelag í Føroyum.

Skifti av felag

A.    Ynskir svimjari at umboða annað felag innan svimjing, er skifti galdandi 30 dagar eftir at Svimjisamband Føroya hevur móttikið skrivliga fráboðan. Fráboðanin skal sendast við telduposti til skrivstovuna hjá Svimjisambandinum. Í fráboðanini skal standa fulla navnið á svimjaranum, føðingardagur og navnið á gamla felagnum. Hesar 30 dagarnar umboðar svimjarin gamla felagið í kappingum og úttøkum.

B.    Í sama kappingarári kann svimjari í mesta lagi skifta felag tvær (2) ferðir og í mesta lagi umboða tvey (2) feløg.

C.    Svimjari, ið ikki hevur luttikið í svimjikappingum í Føroyum seinastu 2 kappingarárini, kann uttan fráboðan umboða annað felag. Hetta verður ikki roknað sum skifti.

D.    Svimjari skal hava øll limaviðurskifti við gamla felagið í lagi, áðrenn skifti kann fara fram. Limagjalds- og aðrar eftirstøður eldri enn 12 mánaðir kunnu ikki innkrevjast í hesum sambandi. Eru ivamál um hesi viðurskifti, tekur svimjinevndin avger eftir at hava hoyrt partarnar.

E.    Leggja feløg saman í startfelagsskap, so verður hetta ikke mett sum skifti av svimjifelag. Sama er galdandi tá feløg fara burtur úr startfelagsskapi.


Viðtikið á starvsnevndarfundi 30. oktober 2008, broytt á starvsnevndarfundi 7/1-09.

Posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag

Flyta ársaðalfund og nýggjan formann

Ársaðalfundur varð hildin í Svimjisambandinum leygardagin 25. oktober. Á skránni vóru lógarbroytingar, og avgjørdi aðalfundurin, at frameftir verður ársaðalfundurin hildin í mai í staðin fyri oktober, í hesum sambandi er roknskaparárið broytt til kalendaraárið. Talið av starvsnevndarlimum er hækkað frá 3 til 5 Formaðurin seinastu fýra árini, Palli Ziskason, hevði boðað frá at hann ikki tók við afturvali, í hansara stað var Jon Hestoy valdur. Tveir nýggjur limir vóru valdir, Andrea Eldevig og Palli Eysturberg. Um hesi trý eru Jórun Eið og Maud Poulsen í starvsnevndini. Øll 7 svimjifeløgini vóru umboðaði á fundin og lívligt orðaskifti var um svimjiviðurskifti.

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Flyta ársaðalfund og nýggjan formann

Formansfrágreiðing 2008

Enn eitt hendingarríkt ár innan føroyska svimjing er runnið. Vit kunnu staðfesta at vit aftur í farna árið hava haft framgongd á fleiri økjum og er tað at fegnast um.

Seinasta vetur vóru Føroyar vertir fyri NJM í Tórshavn. Hetta varð eitt stórt tiltak at skipa fyri og vil eg gjarna vegna starvnevndina takka hjartaliga fyri tað megnar arbeiði í tit løgdu í hetta.

Í samband við FM 2008 fingu vit fráboðan frá Kringvarpið Føroya, at tey ikki vildu senda frá svimjing í ár. Hetta tók SSF til eftirtektar og starvsnevndin fekk fullan stuðul at royna aðrar miðlar fyri at fáa sent FM í svimjing.

Sum kunnugt bleiv avtala um framleiðslu gjørd við Miðlahúsið, Rás 2 og R2Net og kunnu vit fegnast um at hetta gekk sera væl. Tað samstarv vit fingu í lag til FM, bleiv endurtikið í summar, tá vit luttóku í EJM í Beograd.  Vit fingu staðfest at tilber at framleiða beinleiðis sendingar av svimjing við góðum samstarvið millum svimjingina og miðlahúsið. Eg vil gjarna takkað øllum tykkum sum løgdu stórt arbeiðið í hesar uppgávur og takkað tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum fyri hansara góðu hjálp.

Starvsnevndin hevur lagt orku í at skipa umsitingina av SSF soleiðis at vit nú hava skrivstovufólk sum takað sær av flest øllum dagligum uppgávum. Starvsnevndin metir hetta sum ein fyrimun og kunnu nevndarlimirnir framyvir røkja aðrar uppgávur enn teir annars hava gjørt.

Vit eiga at endurtakað hjálparfólkaskeiðini komandi vetur, eins og telduførleikin til tær skipanir sum verða nýttar innan svimjing, skal mennast

Onkur av feløgunum hava skipa Master svimjing og vónandi gongur ikki ov long tíð, til kappingar verða innan hesa grein.

Eg meti hetta sum eitt sera gott tiltak hjá feløgunum, og kann hetta vera við til at finna enn fleiri fólk runt um í landinum sum kunnu luttakað í svimjing – bæði sum svimjarar og hjálparfólk annars.

Tó at seinsata árið hevur verið merkt av tosi um kreppu innan vinnuna, er tað eydnast okkum at fáa tveir nýggjar samstarvsfelagar afturat teimum trimum hava frammanundan, soleiðis at vit komandi tvey árini hava tryggja okkum eitt gott íkast til menningina av ítrótti okkara við 5 avtalum um stuðul til Svimjisambandið.

Eg havi nú verið fýra ár í hesum felagskapi og má siga, at tað hevur verið sera áhugavert og avbjóðandi at verið ein partur av føroyskari svimjing.  Sjálvur hevði eg onki samband við svimjing áðrenn eg kom í SSF, hvørki sum svimjari, foreldur ella í svimjifelag.

Nú eg farið frá sum formaður, má eg viðganga at tað varð sera stuttligt og gevandi at vera við. At síggja tey framstig sum SSF og ikki minst íðkarar hava staði fyri. Hvør minnist ikki tá vit fóru til Australia at kappast í HM. Tað varð svakt …… og so Oyggjaleikirnir á Rhodos, har svimjingin veruliga gjørdi bart, tað varð jú heilt vilt !!!

At halda NJM aftur í Føroyum og skipa fyri FM, har harður orðadráttur varð við fjølmiðlafólk er eisini nakað eg aldri fari at gloyma.

Vit eiga góðar evnaríkar svimjarar runt um, sum framyvir kunnu fara til kappingar bæði her heima og uttanlanda og eg eri sera glaður fyri at eg fekk møguleika at vera ein partur av hesi ítrótt !

Vit fingu 3-faldan europameistara í ár og er tað mín vón og ynski at vit eisini í framtíðini koma at upplíva slíkar hendingar, sum geva afturljóð um alt europa – ja kanska um allan heimin.

At enda skal eg takkað fyri gott samstarv. Serliga er tað Eli Stakksund, Helgi á Fløtti, Oluffa á Høvdanum sum saman við Jórun Eið og Maud Poulsen hava sitið í starvsnevndini saman við mær.

Petur Heðin á Fløtti, Jón Bjarnason, Rókur í Jakupsstovu, Katrin Joensen og Jon Hestoy eiga eina serliga tøkk fyri teirra innsats og tað arbeiðið tit hava hjálpt mær við. Tit hava mangan verið góð at ráðført seg við…

Síðst, men ikki minst, skal eg takkað øllum feløgunum fyri teirra arbeiði runt um í landinum eins og Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways, Intersport, Vodafone og Tryggingarfelagnum Føroyar sum veruliga hava trúð uppá okkara visión… og hava skriva nýggjar avtalur um at vera partur í svimjifamilju Føroya komandi tvey árini.

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv | Comments Off on Formansfrágreiðing 2008