Pál Joensen vann í kvøld bronsu í 1500 metrar frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Teir báðir Jón Bjarnason og Pál eru tó ikki serliga nøgdir við úrslitið í kvøld, við tað at tíðin hjá Páli var 15:21.8, har hann við tilmeldingartíðini 15:02.80 lá til at vinna gull, og har vinnarin í kvøld svam 15:06.75.
Eitt heiðursmerki afturat til Pál í Suðurafrika
Pál vann gull í Suðurafrika
Pál Joensen vann í kvøld gullheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban. Tíðin var 7:58.95, nøkur sekund frá hansara føroyska meti á 7:54.40, men meira enn 10 sekund frá tíðini 8:09.04 hjá nærmasta kappingarneytanum Chad Ho úr Suðurafrika.
Pál Joensen kappast í Suðurafrika
Pál Joensen kappast í hesum døgum á Suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil, sum er í býnum Durban á eysturstrondini av Suðurafrika. Pál luttekur í greinunum 200, 400, 800 og 1500 frí, har hann undan kappingina var styrkismettur at gerast nummar 8 í 200 frí, nummar 2 í 400 frí, og nummar 1 í 800 og 1500 frí.
Pál Joensen svimur í Sørvági
Svimjisamband Føroya skipar fyri svimjidegi í Sørvági
Í dag, mikudagin 7. apríl er Slóðaraskipanin hjá Svimjisamband Føroya aftur á vitjan í Sørvági. Hesuferð luttekur Pál Joensen eisini. Pál og venjarin Jón Bjarnason eru á veg til Suðurafrikanska meistarastevnuna, ið byrjar mánadagin. Men áðrenn farið verður á flog, fáa vágafólk møguleika at svimja og venja saman við Páli.
Føroyskir svimjarar til OL
Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á Olympisku leikunum. Skiftið millum føroyska og danska landsliðið í samband við OL-luttøku gevur onga karantenu.
Stóra framgongdin innan svimjing seinnu árini hevur havt við sær, at allar Føroyar vóna at síggja føroyingar svimja á olympisku leikunum í London 2012. Hetta hevur tó ikki verið gjørligt uttan so, at teir valdu at skifta til útlendskan tjóðskap.
Føroyar hava á jøvnum føti við hini Norðurlondini sjálvstøðugan limaskap í altjóða svimjisambandinum, FINA. Hetta hevur havt við sær, at um onkur velur at skifta tjóðskap t.d. fyri at kunna luttaka í OL, hevur viðkomandi fingið 12 mðr. karantenu ísv. skiftið. Hendan skipan gjørdi tað ítróttarliga ógjørligt at skifta tjóðskap.
Seinasta árið hevur samskifti verið millum Ítróttasamband Føroya, Danska Ítróttasambandið, Svimjisamband Føroya og Danska Svimjisambandið, Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, og Altjóða Svimjisambandið, FINA. Endamálið hevur verið at funnið eina smidliga loysn, ið loyvir føroyskum svimjarum at taka lut í Olympisku leikunum fyri Danska Kongaríkið, samstundis sum teir umboða Føroyar í øllum øðrum altjóða kappingum.
Ítróttasamband Føroya sær tað sum sína fremstu uppgávu at verja áhugamálini hjá føroyskum ítróttafólkum, og tá føroyskir svimjarar nú eru á einum slíkum ítróttarligum støði, at teir hava møguleika fyri at kvalifisera seg til OL, valdu Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya at taka upp samráðingar við avvarandi altjóða felagsskapir.
Talan er um serskipan, og samráðingar vera í næstum millum partarnar, um hvussu praktisku viðurskiftini skulu skipast millum Føroyar og Danmark fram móti OL. Ítróttasamband Føroya fer samstundis í gongd við at arbeiða fyri at víðka skipanina til aðrar ítróttagreinir, har Føroyar hava sjálvstøðugan altjóða limaskap. Ætlanin er samstundis at arbeiða fyri, at føroyingar fáa møguleika at luttaka í øðrum tiltøkum hjá altjóða og evropeisku olympisku nevndunum, eitt nú Youth Olympic Games og European Youth Olympic Festival.
Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at nýggja skipanin onga ávirkan hevur á áhaldandi arbeiðið at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap. Royndin at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap byrjaði fyrst í 1980-unum, men higartil eru Føroyar eins langt frá olympiska limaskapinum, sum tá byrjað varð. Altjóða Olympiska Nevndin tvíheldur um regluna í Olympiska skjalinum, sum sigur, at nýggj limalond bert verða upptikin, um tey eru sjálvstøðugir statir, ið eru viðurkendir av altjóða samfelagnum.
Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya
2 føroysk met og 5 juniormet
Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka frá 12 ára aldri, upp til 65 ára aldur. Tilsamans 2 føroyskt met og 5 juniormet vórðu sett, afturat eini rúgvu av persónligum metum.










You must be logged in to post a comment.