Nú skulu tey vaksnu eisini royna seg

Nú leygardagin 13. mars verður stór svimjistevna í Klaksvík, har bæði ung og gomul fara at royna seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 hava meldað seg til kappingina, afturat vanligu luttakarunum í yngru aldursbólkunum, og íroknað kendar svimjarar sum Høgna Mikkelsen, Jon Hestoy og Petur Heðin á Fløtti. Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Nú skulu tey vaksnu eisini royna seg

Dagføring av kravtíðum og metlistum hjá SSF

Starvsnevnd SSF avgjørdi herfyri at ógilda tær kravtíðir sum vóru ásettar til HM í Shanghai í 2011, fyri í staðin at nýta nágreinliga tey krøv sum altjóða svimjisambandið FINA nú eftirfylgjandi hevur ásett. Starvsnevndin samtykti eisini formliga at nýta somu kravtíðarskipan til NJM 2010, sum nýtt varð til NJM 2009, og hesar kravtíðir eru tí eisini dagførdar á www.ssf.fo. Og nú eg var í gongd, varð sorteringin á metlistunum eisini broytt, so at raðfylgjan meira minnir um hana sum t.d. FINA nýtir. Continue reading

Posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir | Comments Off on Dagføring av kravtíðum og metlistum hjá SSF

SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir

Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á “Swimming Championships of the Small States of Europe”, ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum.

Svimjilandsliðið á Álandi

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir

Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya. Continue reading

Posted in Útbúgving | Comments Off on Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya. Continue reading

Posted in Breidd, Tíðindaskriv | Comments Off on Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Rís og rós til føroyskar svimjarar

Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni. Continue reading

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Rís og rós til føroyskar svimjarar