Undirritaði hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016.

Undirritaði hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016.

Her er ein í so seinkað uppgerð frá FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2016, sum var í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. til 7. mai 2016. Saman um tikið vann Ægir flest heiðursmerki av øllum feløgum, har serliga Alvi Hjelm heintaði heiðursmerki heim til Klaksvíkar. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag stóð fyri besta úrslit á hesum FM, tá ið hann í 1500 frí við tíðini 15:20.32 svam seg til 788 FINA stig.

Tær fýra Barbara Debes, Signhild D. Joensen, Jana B. Thomsen og Ásbjørg Hjelm úr Ægir settu hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra frísvimjing, tá ið tær á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2016 vunnu silvur við tíðini 1:49.29. Suðuroyar Svimjifelag átti nú farna juniormetið á 1:51.33, frá SuSvim stevnu í november 2011. Sí úrslitalistan her
Tær fýra Astrið Foldarskarð, Beinta P. Debes, Lív E. Eidesgaard og Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag settu hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, tá ið tær á FøroyaMeistarastevnuni 2016 vunnu gull við 1:46.94. Suðuroyar Svimjifelag átti føroyska metið á 1:47.15, frá tá ið tær vunnu gull á FøroyaMeistarastevnuni í 2013. Sí úrslitalistan her

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann á FøroyaMeistarastevnuni á Stuttgeil 2016 vann gull við tíðini 2:02.61. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:03.69, frá FøroyaMeistarastevnuni í fjør. Sí úrslitalistan her

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti hin 7. mai 2016 stórt nýtt føroyskt juniormet í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á FøroyaMeistarastevnuni á Stuttgeil 2016 vann gull við tíðini 17:26.75. Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir átti nú farna juniormetið á 17:33.16, frá Ægir stevnu í februar 2011. Sí úrslistalistan her.
You must be logged in to post a comment.