Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti hin 6. mai 2016 stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing tá ið hon á FøroyaMeistarastevnuni á Stuttgeil 2016 vann silvur við tíðini 2:24.04. Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag átti juniormetið á 2:25.26, frá Ægir stevnu í 2012. Sí úrslitalistan her.
Úttøka til NMU og EJM 2016
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Tampere í Finnlandi hin 9. og 10. juli 2016, og til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Hódmezővásárhely í Ungarn frá 6. til 10. Juli 2016.

EJM 2016 hylurin í Ungarn, sí ejsc2016.hu
Ægir kvinnur 3:55.60 og føroyskt met í 4×100 frí
Ægir liðsvimjingin føddar 1996 og yngri setti á FM á stuttgeil hin 5. mai 2016 nýtt føroyskt met á stuttgeil (25m) í 4×100 frí fyri kvinnur, við at svimja teinin uppá 3:55.60. Gamla metið var 3:55.91. Tær fýra sum svumu vóru Signhild Joensen (2000), Barbara Debes (2000), Jana B. Thomsen (2000) og Cecilia Wigant Eysturdal (1996).

Ægir kvinnur á FM 2016 S
So er tað FM á stuttgeil 2016
Nú hósdagin byrjar FM á stuttgeil 2016, sum er endabresturin í kappingarkalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya her heima í Føroyum, svimjiárið 2015-2016.

So er tað JM/MU í svimjing 2016
Klaksvíkar Svimjihøll verður næstu dagarnar karmur um JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna fyri Ung 2016, sum er føroyameistarastevnan fyri allar okkara aldursbólkar, upp til gentur sum eru 17 og dreingir sum eru 18 ára gamlir.

Úttøka til EM í London 2016
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi fimm svimjarar til komandi EvropaMeistarastevnuna í svimjing, sum verður í London í Bretlandi í døgunum 16. til 22. mai 2016.

Photo of the London Aquatics Centre © Copyright Oast House Archive and licensed for reuse under this Creative Commons Licence
Sára Ryggshamar Nysted, Suðuroyar Svimjifelag
Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag
Signhild Joensen, Ægir
Alvi Hjelm, Ægir
Óli Mortensen, Havnar Svimjifelag
Ferðaleiðari verður Thurid Kjærbo, og venjari Rui Magalhaes.
Hartil skal Dan Hjelm umboða Føroyar sum dómari á stevnuni.
Vegna Starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu









You must be logged in to post a comment.