Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:59.73. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 5:00.47, frá Reykjavík International Games í januar mánaða, og er sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna undir 5 minuttir í 400 blandað.


Tað gleðir okkum í starvsnevnd SSF at kunna kunngera, at vit nú aftur hava eina landsliðsnevnd, til at taka sær av kravtíðum og øðrum landsliðsarbeiði. Hetta er ein nevnd sum vit hava havt stóran tørv á, aftaná at hon fyri nøkrum árum síðani datt niðurfyri.











You must be logged in to post a comment.