Ásbjørg 34.61 og ájavnt við føroyska metið í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam í dag ájavnt við føroyska metið í 50 metra bringusvimjing á langgeil tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2016 svam teinin uppá 34.61, sum er sama tíð sum hon svam á Reykjavík International í 2015.

Posted in Kapping | Comments Off on Ásbjørg 34.61 og ájavnt við føroyska metið í 50 bringu

7 føroyskir svimjarar til Ungarn at kappast á EJM

Í morgun fór eitt ferðalið úr Vágum til Keypmannhavnar, at flúgva víðari til Budapest og síðani koyra suður til Hódmezővásárhely í Ungarn, har Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing byrjar nú mikudagin hin 6. juli 2016.

Ferðaliðið á veg til Ungarn. Jón Bjarnason eigur myndina.

Ferðaliðið á veg til Ungarn. Jón Bjarnason eigur myndina.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on 7 føroyskir svimjarar til Ungarn at kappast á EJM

Landsliðsnevndin endurstovnað

ssf-logoTað gleðir okkum í starvsnevnd SSF at kunna kunngera, at vit nú aftur hava eina landsliðsnevnd, til at taka sær av kravtíðum og øðrum landsliðsarbeiði. Hetta er ein nevnd sum vit hava havt stóran tørv á, aftaná at hon fyri nøkrum árum síðani datt niðurfyri.

 

Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Landsliðsnevndin endurstovnað

7 dagførdir lívbjargarar á Sandoy

Mánadagin hin 30. mai 2016 vórðu 7 lívbjargarar dagførdir á Sandoy, harav 3 starvsfólk hjá svimjihøllini í Sandoyar Meginskúla, og 4 fólkaskúlalærarar. Lívbjargingardómari var Sørin S. Djurhuus, fyri Svimjisamband Føroya.

IMG_0918 IMG_0921

Posted in Lívbjarging | Comments Off on 7 dagførdir lívbjargarar á Sandoy

EM 2016 liðugt avgreitt

So er EvropaMeistarastevnan 2016 í svimjing farin afturum her í London, og vit síðstu í føroyska hópinum bíða eftir at sleppa heim aftur. Her var tíverri lítið at skriva heim um, við tað at vit hvørki rukku finalu ella settu nakað met – men soleiðis kann tað væl ganga viðhvørt. Lukkutíð var lagið tó gott allan vegin, og tey royndu tað tey kundu.

London Aquatics Centre

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on EM 2016 liðugt avgreitt

SSF skriv 14. mai 2016 um støðuna í ÍSF

Undirritaði hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016.

isf

Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF skriv 14. mai 2016 um støðuna í ÍSF