Kravtíðir til NMU 2017

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2017, sum verður Páls Høll í Vági hin 8. og 9. juli 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

palsholl

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Kravtíðir til NMU 2017

Kravtíðir til HM í Budapest í 2017

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á langgeil 2017, sum verður í Budapest í Ungarn frá 23. til 30. juli 2017. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum við kravtíðarskeiði sum endar eitt sindur fyrri enn tað hjá FINA. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Image courtesy of Ivanhoe, CC BY-SA 3.0

Image courtesy of Ivanhoe, CC BY-SA 3.0

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Kravtíðir til HM í Budapest í 2017

Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016

Starvsnevnd SSF hevur ásett kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016, sum lýst í viðfesta skrivi. Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, meðan HeimsMeistastevnan á Stuttgeil er í Windsor í Kanada frá 6. til 11. desember.

Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0

Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0

Posted in Kapping | Comments Off on Kravtíðir til NJM, NM og HMS 2016

Sára 2:05.66 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarstevnuni í svimjing 2016 í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 2:05.66. Hon átti sjálv metini á 2:06.76, frá Reykjavík International Games í januar mánaða.

ejm2016-sara-200fri

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Sára 2:05.66 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 frí

Sára 4:22.79 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing, tá ið hon á EJM 2016 í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:22.79. Hon átti sjálv metini á 4:24.20 frá SuSvim í januar mánaða.

ejm2016-sara-400fri

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Sára 4:22.79 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 frí

Sára 4:59.73 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:59.73. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 5:00.47, frá Reykjavík International Games í januar mánaða, og er sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna undir 5 minuttir í 400 blandað.

ejm2016-sara-400blandad

Posted in Kapping | Comments Off on Sára 4:59.73 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 blandað