Kravtíðir til Oyggjaleikir 2017

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2017, sum verða á Gotlandi frá 24. til 30. juni 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

visby-gotland

Posted in Kapping | Comments Off on Kravtíðir til Oyggjaleikir 2017

Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:03.43. Hann átti sjálvur føroyska juniormetið á 1:04.10, frá JM/MU í apríl mánaða.

20160925dsc05673

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 29.00 sekund. Róland átti sjálvur føroyska juniormetið á 29.07 sekund, frá JM/MU í Klaksvík í apríl 2016. Pauli Ø. Mohr eigur føroyska metið á 28.87 sekund, frá HS-stevnu í apríl 2012.

roland-i-havn

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2016

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 21. oktober 2016 frá kl 18:30.

adalfundur-ssf

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2016

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum hin 17. september 2016

Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum, leygardagin hin 17. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er kapp fyri okkara aldursbólkarnar 2 og 3, sum eru gentur føddar ár 2005-2008 og dreingir føddir ár 2004-2006.

argjastevna-2014

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum hin 17. september 2016

Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. september 2016

Her er innbjóðing til SMS stevnu í Gundadali hin 24. og 25. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Stevnan er ‘opin’, tað vil siga fyri allar aldursbólkar uttan nakað bólkabýti, og sæst eisini í kalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya.

hs-stevna-nov-2015

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. september 2016