Úrslit frá Ægir-stevnuni 22. og 23. oktober 2016

Her eru úrslitalistar og -fílur frá svimjistevnuni nú í vikuskiftinum, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll. Jana Bjartalíð Thomsen setti nýtt føroyskt juniormet í 200 firvald, og Ægir-gentur settu nýtt føroyskt juniormet í 4×100 blandað.

20161023dsc05786

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir-stevnuni 22. og 23. oktober 2016

Ægir-gentur 4:26.18 og juniormet í 4×100 blandað

Ægir-gentur settu í gjár nýtt føroyskt juniormet í 4×100 blandað á stuttgeil, tá ið tær á Ægir-stevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll svumu hendan tein uppá tilsamans 4:26.18. Hetta var eisini nóg gott til ruddiliga at vinna hesa kapping, á Ægir-stevnuni. Tær fýra vóru Signhild Joensen (rygg), Ásbjørg Hjelm (bringu), Jana B. Thomsen (firvald) og Barbara Debes (frí).

14721474_1325150047517510_3854822478894585080_n

Eitt annað sett av Ægir-gentum áttu gamla juniormetið á 4:27.59, frá FM/JM 2011. Tá vóru tær Birita Debes (rygg), Turið S. Christiansen (bringu), Óluva Jacobsen (firvald) og Cecilia W. Eysturdal (frí).

Rannvá Sigfríðsdóttir eigur myndina.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Ægir-gentur 4:26.18 og juniormet í 4×100 blandað

Jana 2:22.64 og juniormet í 200 firvald

Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir setti í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 2:22:64. Sára R. Nysted (2001), SuSvim átti juniormetið á 2:24.04, frá FM á stuttgeil 2016.

14718863_10211230118813318_6283676038738130813_n

Besta tíð hjá Janu sjálvari var 2:24.61 áðrenn hetta, frá HS-stevnu í september mánaða. Morensa Bjartalíð eigur myndina.

Posted in Kapping | Comments Off on Jana 2:22.64 og juniormet í 200 firvald

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2016

Svimjisamband Føroya hevði fríggjakvøldið hin 21. oktober 2016 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum í Gundadali. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Katrin H. Sørensen og Sørin S. Djurhuus stóðu fyri vali, umframt formaðurin Rókur í Jákupsstovu. Øll trý vórðu afturvald.

20161021dsc05780

Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2016

Startlistar til Ægir-stevnuna 22. og 23. oktober 2016

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Ægir skipar fyri, í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin og sunnudagin hin 22. – 23. oktober 2016.

var-sara-lena

Posted in Kapping | Comments Off on Startlistar til Ægir-stevnuna 22. og 23. oktober 2016

Innbjóðing til Reysta-stevnu 29. oktober 2016

Her er innbjóðing og tilmeldingarfíla til svimjistevnu fyri okkara yngru aldursbólkar 2 og 3, í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 29. oktober 2016. Tað eru gentur føddar í 2005 til 2008 og dreingir føddir í 2004 til 2007.

reysta-stevna-2013

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 29. oktober 2016