Atlantic Airways stuðlar svimjingini

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum, til eitt prát og undirskriving av nýggja sáttmálanum.

Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Atlantic Airways stuðlar svimjingini

Úrslit frá FS-stevnuni 26. november 2016

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Fuglafjarðar skúla í gjár, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

fs-stevna-nov-2016-urslit.html

fs-stevna-nov-2016-urslit.txt

20161126dsc07015

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá FS-stevnuni 26. november 2016

Aftursvar til grein á Norðoya Portalinum

Símun á Høvdanum setti í morgun nakrar spurningar til Svimjisamband Føroya og beinleiðis til undirritaða, í grein við yvirskrift “Løgin úttøka til HM í svimjing”. Hann fekk skrivligt svar frá mær í morgun, og velji eg so nú at svara eisini alment her, síðani eg ikki frætti aftur.

Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0

Image courtesy of Owolter, CC BY 3.0

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Aftursvar til grein á Norðoya Portalinum

Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í Vági.

20161125img_2171

Helena Hergeirsdóttir og hallarleiðari Sigurð Marner Simonsen í Páls Høll

Sum skilst, so ætlaði Helena sjálv at bara lata tað fara framvið, uttan nakað hóvasták. Men lukkutíð vóru tað onnur sum imponeraðust, og varð hetta tí ein søga sum vit hervið sluppu at fortelja.

Tey har suðuri heilsa, at tey eru ovurfegin um gávuna.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Startlisti til FS-stevnuna 26. november 2016

Her er startlistin til svimjistevnuna í Fuglafirði nú leygardagin hin 26. november 2016, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar.

fs-stevna-2015

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til FS-stevnuna 26. november 2016

Úttøka til NM og NJM 2016

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna 2016, sum verður í Kolding í Danmark frá fríggjadegi 9. til sunnudag 11. desember 2016

15641674611_2f923ea4be_k

Image courtesy of Rüdiger Stehn, CC BY-SA 2.0

NM 2016

  • Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
  • Markus Joensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

NJM 2016

  • Alisa Vestergaard (2003), Suðuroyar Svimjifelag
  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Brynhild Johannesen (2002), Suðuroyar Svimjifelag
  • Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag
  • Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
  • Maria Bjarnastein Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
  • Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir
  • Sólva A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
  • Hugin Næs Lave (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag
  • Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til NM og NJM 2016