Umboð fyri Svimjisamband Føroya eru í hesum døgum á norðurlendskari ráðstevnu um skúlasvimjing, sum Dansk Svømmeunion skipar fyri saman við Syddansk Universitet (FIIBL – Forsknings- og Innovationscenter for Idræt, Bevægelse og Læring).
Norðurlendsk ráðstevna um svimjiskúlar
Atlantic Airways stuðlar svimjingini
Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum, til eitt prát og undirskriving av nýggja sáttmálanum.
Úrslit frá FS-stevnuni 26. november 2016
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Fuglafjarðar skúla í gjár, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
fs-stevna-nov-2016-urslit.html

Aftursvar til grein á Norðoya Portalinum
Símun á Høvdanum setti í morgun nakrar spurningar til Svimjisamband Føroya og beinleiðis til undirritaða, í grein við yvirskrift “Løgin úttøka til HM í svimjing”. Hann fekk skrivligt svar frá mær í morgun, og velji eg so nú at svara eisini alment her, síðani eg ikki frætti aftur.
Helena lat hjartastartara til Páls Høll
Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í Vági.

Helena Hergeirsdóttir og hallarleiðari Sigurð Marner Simonsen í Páls Høll
Sum skilst, so ætlaði Helena sjálv at bara lata tað fara framvið, uttan nakað hóvasták. Men lukkutíð vóru tað onnur sum imponeraðust, og varð hetta tí ein søga sum vit hervið sluppu at fortelja.
Tey har suðuri heilsa, at tey eru ovurfegin um gávuna.
Startlisti til FS-stevnuna 26. november 2016
Her er startlistin til svimjistevnuna í Fuglafirði nú leygardagin hin 26. november 2016, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar.













You must be logged in to post a comment.