Sára 1:05.10 í 100 blandað

Vit úr Føroyum eru nú liðug við triðja dag her á HM á stuttgeil 2016, har Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag skuldi royna seg í 100 blandap. Tað gekk ókey, um enn Sára nokk ætlaði at fara eftir metunum.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Sára 1:05.10 í 100 blandað

Nú bragdaði í Windsor

​Føroysku svimjararnir royndu seg aftur í dag á HM á stuttgeil 2016, og gekk tað væl betri enn í gjár. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti persónligt met í 200 frí, umframt at Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt juniormet í 100 frí.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Nú bragdaði í Windsor

Sára 57.43 og føroyskt juniormet í 100 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon á HM á stuttgeil í Windsor svam 100 frí uppá 57.43 sekund. Guðrun Mortensen átti nú farna juniormetið á 57.62, frá FM á stuttgeil í 2013. Og Sára var hartil bara 2 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, sum er 57.41 frá DM á stuttgeil í 2007. Til lukku Sára !

Posted in Kapping | Comments Off on Sára 57.43 og føroyskt juniormet í 100 frí

Svimjisamband Føroya yvirtekur lívbjargingarskipanina

Umboð fyri Svimjisamband Føroya møttust nú hóskvøldið hin 1. desember 2016 við umboð fyri Dansk Svømmeunion, í sambandi við at vit ynskja at formliga yvirtaka ta lívbjargingarskipan sum vit saman við Dansk Svømmeunion hava bygt upp her í Føroyum síðani 2009.

DSC07218.JPG

(Myndatekstur: Michael Iwersen, útbúgvingarleiðari hjá strandalívbjargingini hjá Dansk Svømmeunion, Sørin S. Djurhuus, leiðari fyri lívbjargingarátakinum hjá Svimjisambandi Føroya , Kristine Schou, menningarráðgevi hjá dansk Svømmeunion við ábyrgd fyri serliga hallarlívbjarging, og Rókur i Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya)

Í 2009 fingu okkara fyrstu lívbjargingardómarar prógv, á skeiði við instruktør-instruktøri frá Dansk Svømmeunion sum próvdómara. Í 2014 tók Sørin S. Djurhuus prógv sum instruktør-instruktør, og í 2015 sum undirvísari í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara, so at vit nú sjálvi kunnu bjóða alla neyðuga útbúgving av lívbjargingardómarum og instruktør-instruktørum, tó enn við prógvum útskrivað av Dansk Svømmeunion.

Tankin hevur tí spírað, at formliga yvirtaka hesa lívbjargingarskipan, so at prógvini framyvir verða útskrivað av Svimjisambandi Føroya, og so at vit sjálvi kunnu avgera at gera ávísar stillingar í skipanini, um vit halda hetta vera neyðugt.

DSC07222.JPG

Hetta skal ikki skiljast sum at samstarvið við Dansk Svømmeunion er slitnað, men heldur sum at vit framyvir fara at samráðast sum sjálvstøðir partar á lívbjargingarøkinum, tá ið nýggj átøk skulu gerast. Danir hava verið einastandandi beinasamir hesi góðu 7 ár sum tað tók okkum at koma higar, og er tað tí eisini upplagt at vit fyrst fara til teirra eftir hjálp, tá og um vit til dømis hætta okkum undir at viðka okkara lívbjargingarskipan, til eisini at umfata svimjing aðrastaðni enn í svimjihallum.

Vit takka dønum fyri gott samstarv, og síggjast skjótt aftur !

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Posted in Lívbjarging, Tíðindaskriv | Comments Off on Svimjisamband Føroya yvirtekur lívbjargingarskipanina

Norðurlendsk ráðstevna um lívbjarging

Hesar tveir næstu dagarnar er norðurlendsk ráðstevna um lívbjarging, har eisini føroyingar luttaka.

Hetta í Idrættens Hus í Brøndby,í forleingilsi av ráðstevnuni um skúlasvimjing.

Úr Føroyum luttaka Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya.

Vit sum vóru á ráðstevnu um svimjiførleika vita, at her er nógv spennandi í umbúna.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Norðurlendsk ráðstevna um lívbjarging

Norðurlendsk ráðstevna um svimjiskúlar

Umboð fyri Svimjisamband Føroya eru í hesum døgum á norðurlendskari ráðstevnu um skúlasvimjing, sum Dansk Svømmeunion skipar fyri saman við Syddansk Universitet (FIIBL – Forsknings- og Innovationscenter for Idræt, Bevægelse og Læring).

Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Norðurlendsk ráðstevna um svimjiskúlar