Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SMS JólaSprint 2016, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 17. desember 2016.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SMS JólaSprint 2016, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 17. desember 2016.

Hesa vikuna hava svimjilærarar hjá Eysturskúlanum verið á lívbjargingarskeiði, sum royndartiltak hjá Eysturskúlanum, Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya, at tryggja at allir svimjilærarar á skúlanum hava góðkent lívbjargingarprógv. Onkrum einstøkum barst frá vegna sjúku og øðrum, men eru tey nú 15 har á skúlanum, sum kunnu vísa á galdandi lívbjargingarprógv.
Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri SMS Jólasprint svimjistevnu, í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin hin 17. desember 2016. Her er innbjóðingin, har ein av høvuðsattraktiónunum er hin tiltikna 6×50 frí mix, har hvørt lið skal umfata 2 gentur, 2 dreingir, 1 venjara og 1 nevndarlim.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon í NJM-finaluni á NM/NJM 2016 í Kolding svam teinin uppá 4:17.87. Sára Ryggshamar Nysted átti føroyska metið og juniormetið á 4:18.31, frá NM/NJM í fjør. Tíðin hjá Vár rakk til eitt 4. pláss í finaluni nú á NJM, 16 hundraðpartar aftanfyri bronsuplássið.
Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á NM/NJM-stevnuni í Kolding vann bronsu við tíðini 2:11.53. Hon átti sjálv bæði føroyska metið og juniormetið á 2:13.76, frá HS-stevnuni í november mánaða. Til lukku, Signhild !
Síðstu innleiðandi riðlar eru avgreiddir á NM/NJM 2016, og fingu vit hóast nakrar svipsarar eisini føroyingar víðari til finalur í dag.
Hartil hava vit stafettir í finalunum í 4×100 blandað fyri gentur, dreingir og menn.

You must be logged in to post a comment.