Vár 29.23 og ájavnt við føroyska juniormetið í 50 firvald

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard tangeraði í dag føroyska juniormetið í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 29.23 sekund. Tær eru tí tvær sum nú verða uppskrivaðar til at eiga juniormetið í 50 firvald: Vár úr Havnar Svimjifelag nú á stevnu í Vági, og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag fyri at hava svomið eisini 29.23 á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012.

var-eidesgaard

Posted in Kapping | Comments Off on Vár 29.23 og ájavnt við føroyska juniormetið í 50 firvald

Sára 2:29.98 og føroyskt met í 200 firvald

Sára Ryggshamar Nysted setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:29.98. Sára átti sjálv nú farna føroyska føroyskt metið og juniormetið á 2:32.04, frá fyrstu føroysku meistarastevnu á langgeil í 2016. Sára er fødd í 2001, og svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

sara-nysted-firvald

Posted in Kapping | Comments Off on Sára 2:29.98 og føroyskt met í 200 firvald

Innbjóðing til FLOT-stevnu 28. januar 2017

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Tofta skúla, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1, 2 og 3.

flot-stevna

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FLOT-stevnu 28. januar 2017

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 14. og 15. januar 2017

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági hin 14. og 15. januar 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, fyri allar aldursbólkar, tó við avmarking av tali á luttakarum á longstu teinunum.

susvim-stevna

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu 14. og 15. januar 2017

ÍSF søkir eftir aðalskrivara

Sí isf.fo/starv

isf-adalskrivari

Posted in Felagsskapur | Comments Off on ÍSF søkir eftir aðalskrivara

Óli 2:02.17 og føroyskt met í 200 firvald

Óli Mortensen setti í dag nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í bestu deild á DM fyri lið 2016 svam teinin uppá 2:02.17. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:02.61, frá FM á stuttgeil í mai mánaða. Óli Mortensen er úr Havnar Svimjifelag, men venur og kappast nú við Hovedstadens Svømmeklub í Keypmannahavn, vegna víðari lesnað. Sí úrslitalistan her.

oli-mortensen

Posted in Kapping | Comments Off on Óli 2:02.17 og føroyskt met í 200 firvald