Vár 17:12.63 og føroyskt met í 1500 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti sunnudagin hin 12. februar risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnu í Klaksvík svam teinin uppá 17:12.63.

Vár aftaná 1500 í Klaksvík. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina.

Mona Simonsen átti føroyska metið á 17:23.25 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2008, meðan Vár sjálv átti juniormetið á 17:26.75 frá tá ið hon vann gull á FM á stuttgeil í 2016.

Posted in Kapping | Comments Off on Vár 17:12.63 og føroyskt met í 1500 frí

Dan skal døma á HM 2017 í Budapest

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár teirra útnevnilsi av dómarum til HeimsMeistarastevnuna 2017 í Budapest í summar, har føroyski høvuðsdómarin Dan Hjelm er millum tey 26 útvaldu. HM er eitt av allarstørstu og týdningarmestu tiltøkum sum FINA skipar fyri, og er hetta tí sjálvsagt ein stórur heiður fyri Dan og Svimjisamband Føroya.

Dan dómari á EM 2016 í London. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina.

Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Dan skal døma á HM 2017 í Budapest

Lívbjargingardómaraskeið í Vági 17. – 19. februar 2017

Svimjisamband Føroya skipar vikuskiftið 17. til 19. februar 2017 fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har Sørin S. Djurhuus kemur at undirvísa. Hetta er fyrsta skeið av sínum slag sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, eftir at vit í vetur yvirtóku eisini hendan part av okkara lívbjargingarskipan frá dønum.

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið Johannesen eigur myndina

Continue reading →

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Lívbjargingardómaraskeið í Vági 17. – 19. februar 2017

Innbjóðing til Reysta-stevnu 18. februar 2017

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar skúla, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri leygardagin hin 18. februar 2017. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

 

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 18. februar 2017

Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung í Vági í juli

Páls Høll í Vági verður í juli mánað karmur um stóru norðurlendsku svimjikappingina Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung, stytt NMU.

Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung í Vági í juli

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 14. og 15. januar 2017

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Sum skilst ein góð stevna, har hæddarpunktini vóru føroyska metið hjá Sáru R. Nysted í 200 firvald, og Vár E. Eidesgaard ájavnt við føroyska juniormetið í 50 firvald.

stevna-i-palsholl

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 14. og 15. januar 2017