Tvey føroysk met á EM U23 2025

Føroyska luttøkan er nú liðugt avgreidd á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia, og varð tað til tvey føroysk met umframt tvey persónlig met. Úrslitini síggjast øll her á stevnusíðuni

Føroyski hópurin á EM U23 2025. Bjørg Ólavsdóttir eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Tvey føroysk met á EM U23 2025

Bartal 51.84 og føroyskt met í 100 frí

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í morgun at betra um sítt føroyska met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia svam seg til úrslitið 51.84, har metið hjá honum frá Danish Open í apríl mánaða var 51.89. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Comments Off on Bartal 51.84 og føroyskt met í 100 frí

Bartal 29.09 og føroyskt met í 50 bringu

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í gjár nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia svam seg til úrslitið 29.09 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.16 sekund, frá Danish Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her

Bartal í Samorin. Bjørg Ólavsdóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Bartal 29.09 og føroyskt met í 50 bringu

So er tað EM U23 2025

EM fyri U23 verður í Samorin í Slovakia nú hósdag 26. til leygardag 28. juni, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum.

Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.

Føroyska svimjilandsliðið til EM U23 2025. Bjørg Ólavsdóttir eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on So er tað EM U23 2025

Landsliðshóparnir í summar

Nú nærkast til landsliðsuppgávurnar í summar, og eru hóparnir tí eisini fingnir uppá pláss. Okkurt avboð hevur verið, og onkur eykaúttøka eisini, so at hóparnir eru …

Pickaquoy Centre. Image courtesy of Helen Rothnie / Orkney 2025
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Landsliðshóparnir í summar

Úrslit frá FML/JML 2025

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági nú á Hvítusunnu hin 7. til 9. juni 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify, umframt her á SwimRankings

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FML/JML 2025