Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta stórt føroyskt met í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til bronsuheiðursmerki við úrslitinum 49.27. Hann átti sjálvur føroyska metið á 49.95, frá NM á stuttgeil í 2024. Sí úrslitalistan her
Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Bartal 49.27 og bronsu og stórt føroyskt met í 100 frí á Oyggjaleikum 2025
So eru vit komin í helvt við svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gongur tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey gullheiðursmerki varð tað til í dag, umframt tríggjar silvur og eina bronsu, umframt fýra føroysk met, tvey føroysk landsliðsmet og tvey oyggjaleikamet.
1500 frí kvinnur – Jonna nr 6
400 blandað menn – Silas nr 4
200 bringa kvinnur – Lea nr 4
100 firvald menn – Isak silvur
100 rygg kvinnur – Elisabeth gull og føroyskt met og oyggjaleikamet
50 bringa menn – Bartal silvur og føroyskt met – Bartal setti eisini føroyskt met í innleiðandi riðlunum
50 firvald kvinnur – eingin føroyskt luttøka í finaluni
200 frí menn – Líggjas bronsu
200 blandað kvinnur – eingin føroyskt luttøka í finaluni
4×50 frí menn – Mennirnir silvur og føroyskt landsliðsmet, umframt at Bartal setti føroyskt met í fyrstu 50 frí
4×50 frí kvinnur – Kvinnurnar gull og føroyskt landsliðsmet, umframt at Elisabeth setti føroyskt met og oyggjaleikamet í fyrsti 50 rygg – Elisabeth setti eisini føroyskt met í innleiðandi riðlunum
Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)
Posted inKapping|Comments Off on Góður annar dagur á Oyggjaleikum 2025
Føroysku kvinnurnar vunnu í kvøld gull og settu stórt landsliðsmet í 4×50 blandað, tá ið tær í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svumu seg til samlaða úrslitið 1:54.49. Hartil setti Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) sum fyrsti svimjari flott føroyskt met og oyggjaleikamet við tíðini 28.03 í 50 rygg. Landsliðsmetið var 1:57.06 frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015, meðan Elisabeth átti metið í 50 rygg frá í morgun á 28.45. Sí úrslitalistan her
Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Kvinnurnar 1:54.49 og gull og stórt landsliðsmet í 4×50 blandað á Oyggjaleikum 2025, og Elisabeth 28.03 og føroyskt met og oyggjaleikamet í 50 rygg
Føroysku harrarnir settu í kvøld nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×50 frí, tá ið teir í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svumu seg til úrslitið 1:32.65. Hartil setti Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) sum fyrsti svimjari nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing, tá ið hann svam seg til úrslitið 22.77. Landsliðsmetið var 1:33.24 frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015, og føroyska metið í 50 frí 22.83 hjá Bartali sjálvum frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her
Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Mennirnir 1:32.65 og silvur í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025, og Bartal tá eisini 22.77 og føroyskt met í 50 frí
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu í 200 metra frísvimjing á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í finaluni svam seg til úrslitið 1:49.71. Besta tíð hjá honum nakrantíð, er 1:47.80 frá DM fyri lið 2024. Sí úrslitalistan her
Líggjas á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Líggjas 1:49.71 og bronsu í 200 frí á Oyggjaleikum 2025
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði aftur í kvøld at seta flott føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til silvur við úrslitinum 27.83. Hann átti sjálvur metið á 27.93, frá innleiðandi riðlunum í morgun. Sí úrslitalistan her
Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Bartal 27.83 og føroyskt met og silvur á Oyggjaleikum 2025
You must be logged in to post a comment.