Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017

Her eru tey 11 sum kláraðu kravtíðirnar til Oyggjaleikir í Gotlandi 2017, sambært ásettu treytum í kravtíðarskipanini. Raðfylgjan er tilvildarlig.

Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017. Frá vinstru: Óli Mortensen (1996, HS), Rókur Trygvason (2000, Ægir), Alvi Hjelm (1996, Ægir), Jana Bjartalíð Thomsen (2000, Ægir), Ásbjørg Hjelm (1999, Ægir), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001, HS), Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000, Ægir), Sára Ryggshamar Nysted (2000, SuSvim), Beinta Poulsdóttir Debes (1997, HS), Marius Ihlen Gardshodn (1998, HS), Róland Toftum (1998, SuSvim)

Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017

Úrslit og hagtøl frá FM á stuttgeil 2017

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum var í svimjihøllini í Gundadali 24. til 26. mars 2017. Tilsamans 4 føroysk met og 5 føroysk juniormet vórðu sett á hesi stevnu, og Havnar Svimjifelag vann mest.

 

Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit og hagtøl frá FM á stuttgeil 2017

Startlisti til FM á stuttgeil 2017

Her er startlistin til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali nú komandi vikuskifti. Ein stevna sum út yvir at vera FM, eisini er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir í Gotlandi í summar.

Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlisti til FM á stuttgeil 2017

Dómaraskeið í ÍSF-húsinum 20. mars 2017

Svimjisamband Føroya skipar nú í annaðkvøld hin 20. mars fyri dómaraskeiði frá kl 19 til 21 í ÍSF-húsinum, við yvirdómarar Dan Hjelm og Rúna Gaardbo sum undirvísarar. Hetta í sambandi við FM á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali komandi vikuskifti hin 24. til 26. mars 2017.


Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Dómaraskeið í ÍSF-húsinum 20. mars 2017

Innbjóðing til Masters-stevnu í Havn 1. apríl 2017

Her er innbjóðing til svimjistevnu fyri Masters hin 1. apríl 2017, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali. Sum nakað nýtt verður skipað fyri kapping fyri ‘pre-masters’ eisini, sum eru svimjarar frá 18 til 24 ár, tað vil siga undir veruligan masters-aldur.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Masters-stevnu í Havn 1. apríl 2017

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 4. og 5. mars 2017

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll nú 4. og 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Ein stevna har hæddarpunktini vóru føroyska metið hjá Janu B. Thomsen í 200 firvald, føroyska juniormetið hjá Vár E. Eidesgaard í 50 firvald, og føroyska metið hjá Beintu P. Debes í 200 bringu.

Úrslitini kunnu eisini síggjast her á livetiming.dk

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 4. og 5. mars 2017