Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur

Starvsnevnd SSF samtykti hin 22. februar 2017 at broyta grein 3 í okkara Reglugerð fyri Meistarastevnur

– frá –

Grein 3

Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. Svimjari kann bara umboða eitt felag.

– til –

Grein 3

Stk 1. Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. Svimjari kann bara umboða eitt limafelag í Svimjisambandi Føroya.

Stk 2. Svimjari, sum flytir uttanlands í lestrar-, arbeiðs- ella øðrum ørindum í eitt ávíst áramál, kann varðveita sín føroyska svimjitjóðskap og luttaka í meistarastevnum, sum eru fyriskipaðar av Svimjisambandi Føroya, hóast svimjarin einans venur við útlendskum svimjifelagi. Svimjarin skal við fráflyting boða SSF frá, at hann ynskir at varðveita sín føroyska svimjitjóðskap.

Stk. 3. Svimjari, sum seinastu 6 mánaðirnar hevur búð í Føroyum, vant í føroyskum svimjifelag og luttikið í kappingum umboðandi svimjifelagið, kann av starvsnevndini fáa loyvi at luttaka í meistarastevnum, sum eru fyriskipaðar av Svimjisambandi Føroya.

Continue reading

Posted in Lógir og reglugerðir | Comments Off on Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur

Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum

Svimjisamband Føroya skipar nú 24. til 26. februar fyri ráðstevnu í Hotel Skálavík, fyri serliga nevndarlimum í svimjisambandi og svimjifeløgum. Eini 30 fólk fara við hjálp frá sálarfrøðinginum Helga Rasmussen at brúka vikuskiftið uppá at viðgera, hvat ið vit ætla við føroyskari svimjing, og hvussu vit koma hagar.

Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum

Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy

Farna vikuskiftið skipaði Sørin S. Djurhuus vegna Svimjisamband Føroya fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har tríggir nýggir lívbjargingardómarar fingu prógv. Hartil stóðu fimm lívbjargingarroyndina, sum partur av útbúgvingini hjá teimum trimum dómarum.

Lívbjargarar og lívbjargingardómarar í Vági. Sørin S. Djurhuus eigur myndina.

Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy

Startlisti til Reysta-stevnuna 18. februar 2017

Her er startlistin til svimjistevnuna í Leirvíkar skúla nú leygardagin hin 18. februar 2017, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

 

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til Reysta-stevnuna 18. februar 2017

Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. februar 2017. Ein góð og spennandi kapping, har hæddarpunktið vælsagtans var føroyska metið hjá Vár í 1500 frí, umframt at Signhild og Vár staðfestu sínar dygdir til Oyggjaleikir 2017.

Marius á veg at vinna firvald í Klaksvík. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017

Vár 17:12.63 og føroyskt met í 1500 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti sunnudagin hin 12. februar risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnu í Klaksvík svam teinin uppá 17:12.63.

Vár aftaná 1500 í Klaksvík. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina.

Mona Simonsen átti føroyska metið á 17:23.25 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2008, meðan Vár sjálv átti juniormetið á 17:26.75 frá tá ið hon vann gull á FM á stuttgeil í 2016.

Posted in Kapping | Comments Off on Vár 17:12.63 og føroyskt met í 1500 frí