15% avsláttur til Evropameistarastevnuna 2017

EM á stuttgeil verður sum kunnugt í Keypmannahavn í ár, frá 13. til 17. desember 2017. Donsku vertirnir bjóða í hesum sambandi nú øllum føroyskum fjepparum 15% í avsláttri uppá atgongumerki til stevnuna, um keypt verður frá í dag av og fram til 30. juni. Fyriskipararnir heilsa at tey vóna at vit gera nýtslu av hesum tilboði, so at eisini okkara góðu svimjarar fáa best møguligan stuðul.

Sí http://bit.ly/2rTxAdj, og minnist til at dáma facebook.com/euroswim2017, til at kunna fylgja við í #EuroSwim2017

Posted in Kapping | Comments Off on 15% avsláttur til Evropameistarastevnuna 2017

So er tað FM á langgeil 2017

Suðuroyar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya skipa nú 25. til 27. mai 2017 fyri árligu føroyameistarastevnuni í svimjing á langgeil, í Páls Høll í Vági. Sí innbjóðing og startlistar, sum benda á at vit fáa eina sera spennandi stevnu. FM á langgeil 2017 er síðsta freist at klára kravtíð til HM í Budapest, síðst í juli mánaða, umframt til NMU sum verður í Páls Høll hin 8. og 9. juli 2017.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað FM á langgeil 2017

Úrslit frá JM/MU 2017

Her er úrslitalistin frá JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni fyri Ung 2017, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum hin 12. til 14. mai. Ein stevna har serliga Ægir skaraði framúr, við Rebekku Trygvadóttir sum mest vinnandi svimjara, umframt at Vár Eidesgaard úr HS og Signhild Joensen úr Ægir settu føroysk met.

Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged , , | Comments Off on Úrslit frá JM/MU 2017

Startlisti til JM/MU 2017

Svimjisamband Føroya og Ægir skipa nú í vikuskiftinum fyri JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni fyri Ung 2017, sum er føroyska meistarastevnan fyri okkara aldursbólkar frá junioraldri og niður til tey yngstu.

Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til JM/MU 2017

Met og heiðursmerki á Danish Open 2017

Føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum á Danish Open 2017, og megna har í heilum at svimja seg til finalupláss, umframt at seta met og vinna heiðursmerki. Her niðanfyri lista vit upp føroysk met og heiðursmerki vunnin á Danish Open 2017: Continue reading →

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Met og heiðursmerki á Danish Open 2017

Dagførdir skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya

Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri skeiði fyri skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, sum er tað sum vit eisini kenna sum ‘Merkjaskipanin’. Hetta var eini endurtøka av tilsvarandi skeiði í 2007, við norska Per Irgens sum undirvísara.

Skeið fyri skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya. Frá vinstru: Rúni Gaardbo, Pálin Olsen, Per Irgens, Jórun Eið Johannesen, Lis Gøthe í Jákupstovu, Johan Petur Poulsen, Rókur í Jákupsstovu

Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Dagførdir skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya