Svimjisamband Føroya var herfyri vertur fyri árliga fundinum hjá Nordic Life Saving Group, og valdi tá heldur serstakt at hava fundin í Koltri. Hetta var fyrstu ferð at ein slík ráðstevna hevur verið fyriskipað í Koltri, og gjørdist tað ein ógloymandi túrur hjá øllum luttakarum.
Væleydnaður norðurlendskur fundur í Koltri
Kravtíðir til NJM, NM og EMS 2017
Starvsnevnd SSF ásetti í august kravtíðirnar til NJM, NM og EMS 2017, sum lýst í viðfesta skrivi. Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan verður í Reykjavík í Íslandi hin 1. til 3. desember 2017, meðan EvropaMeistastevnan á Stuttgeil verður í Keypmannahavn í Danmark hin 13. til 17. desember 2017.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2017
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum leygardagin hin 7. oktober 2017 frá kl 13:00.

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.
SSF-kalendarin lagdur fyri svimjiárið 2017-2018
Svimjisamband Føroya skipaði í gjár fyri kalendarafundi í Havn, við luttøku av øllum feløgum umframt sjálvsagt SSF. Á skránni var tilrættisleggjan av kalendaranum fyri svimjiárið 2017-2018, har størstu broytingar eru at FM á stuttgeil nú er í november, og at vit ætla at hava svimjistevnur á Tvøroyri og í Kollafirði.
Úrslit og hagtøl frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2017
Her eru úrslit og hagtøl frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2017, nú í vikuskiftinum, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri saman við góðum kreftum úr Suðuroyar Svimjifelag, Vági, Suðuroynni og Føroyum og føroysk svimjingini sum heild.
So er tað NMU 2017
Hetta vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Føroyum, nú Svimjisamband Føroya fyri fyrstu ferð nakrantíð kann skipa fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, á langgeil í Páls Høll í Vági. Tilsamans eru tey 98 svimjarar úr 6 londum, sum fara í luttaka í 32 kappingum.













You must be logged in to post a comment.