Litavska svimjistjørnan, Rūta Meilutytė, sum er OL-gullvinnari frá London og hevur heimsmet í 50 m. bringu, og í 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil, kom í gjár til Vágs, har hon komandi vikurnar skal verða á venjingarlegu í Páls Høll.
Litavska svimjistjørnan, Rūta Meilutytė, sum er OL-gullvinnari frá London og hevur heimsmet í 50 m. bringu, og í 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil, kom í gjár til Vágs, har hon komandi vikurnar skal verða á venjingarlegu í Páls Høll.
Svimjisamband Føroya skipar nú 2. og 3. juni fyri venjingarlegu fyri ungar úrvalssvimjarar, við luttøku úr flestu feløgum. Talan er um svimjarar føddir millum 2002 og 2005.
EM á stuttgeil verður sum kunnugt í Keypmannahavn í ár, frá 13. til 17. desember 2017. Donsku vertirnir bjóða í hesum sambandi nú øllum føroyskum fjepparum 15% í avsláttri uppá atgongumerki til stevnuna, um keypt verður frá í dag av og fram til 30. juni. Fyriskipararnir heilsa at tey vóna at vit gera nýtslu av hesum tilboði, so at eisini okkara góðu svimjarar fáa best møguligan stuðul.
Sí http://bit.ly/2rTxAdj, og minnist til at dáma facebook.com/euroswim2017, til at kunna fylgja við í #EuroSwim2017
Suðuroyar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya skipa nú 25. til 27. mai 2017 fyri árligu føroyameistarastevnuni í svimjing á langgeil, í Páls Høll í Vági. Sí innbjóðing og startlistar, sum benda á at vit fáa eina sera spennandi stevnu. FM á langgeil 2017 er síðsta freist at klára kravtíð til HM í Budapest, síðst í juli mánaða, umframt til NMU sum verður í Páls Høll hin 8. og 9. juli 2017.
Her er úrslitalistin frá JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni fyri Ung 2017, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum hin 12. til 14. mai. Ein stevna har serliga Ægir skaraði framúr, við Rebekku Trygvadóttir sum mest vinnandi svimjara, umframt at Vár Eidesgaard úr HS og Signhild Joensen úr Ægir settu føroysk met.
Svimjisamband Føroya og Ægir skipa nú í vikuskiftinum fyri JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni fyri Ung 2017, sum er føroyska meistarastevnan fyri okkara aldursbólkar frá junioraldri og niður til tey yngstu.
You must be logged in to post a comment.