Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági nú 13. og 14. januar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 13. og 14. januar 2018
FINA góðkent FMS og ABMS 2018 sum úttøkustevnur til HMS 2018
Altjóða svimjisambandið FINA góðkendi her í vikuni tvær føroyskar meistarastevnur sum ‘qualifying events’ til HM á stuttgeil 2018, og sæst tað tí nú eisini í offisiella yvirlitinum á heimasíðu FINA.
Talan er um FM á stuttgeil 2018, sum verður í Havn hin 26. til 28. oktober, umframt AldursBólkaMeistaraStevnuna 2018, sum verður í Klaksvík hin 10. til 12. mai.
Kravtíðir til HMS 2018 í Hangzhou, Kina
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum við einum kravtíðarskeiði sum er eitt sindur stytri enn tað hjá FINA.
Gevið gætur at tær skulu klárast á serliga FINA góðkendum stevnum. Tekniska nevnd FINA hevur júst svarað okkum, at tey góðkenna okkara tvær stuttgeilameistarastevnur í 2018 sum kravtíðarstevnur til Hangzhou 2018 – Tað vil siga AldursbólkaMeistaraStevnan 2018 í Klaksvík hin 10. til 12. mai 2018, og FM á stuttgeil 2018 í Tórshavn hin 26. til 28. oktober 2018.
Image courtesy of Pixabay, CC0 1.0
Kravtíðirnar síggjast nú eisini her á hesi heimasíðu
Kravtíðir til EM 2018 í Glasgow
Her eru kravtíðirnar til EvropaMeistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Glasgow í Skotlandi hin 3. til 9. august 2018. Hesar kravtíðir vóru eisini sendar feløgunum í november 2017.
Hetta verður ein heilt serlig stevna, við tað at tað samstundis verður skipað fyri evropameistarastevnu í súkkling, golf, amboðsfimleiki, rógving og triathlon í Glasgow, umframt at Berlin skipar fyri evropameistarastevnu í frælsum ítrótti.
Kravtíðir til NMU 2018
Her eru kravtíðirnar til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2018, sum verður í Hamar í Noregi frá 7. til 8. juli 2018. Hesar kravtíðir vóru eisini sendar feløgunum í november 2017.
Image courtesy of John Christian Fjellestad – Hamar from air, CC BY 3.0, Link
Kravtíðirnar síggjast nú eisini her á hesi heimasíðu
Kravtíðir til EJM 2018 í Helsinki
Her eru kravtíðirnar til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2018, sum verður í Helsinki í Finnlandi frá 4. til 8. juli 2018. Hesar kravtíðir vóru eisini sendar feløgunum í november 2017.
Kravtíðirnar síggjast nú eisini her á hesi heimasíðu















You must be logged in to post a comment.