Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.
Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu
SuSvim harrar 1:50.96 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað
Suðuroyingar settu í dag nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing fyri menn, tá ið liðsvimjing hjá Suðuroyar Svimjfelag svam teinin uppá 1:50.96. Teir sum svumu vóru Bartal Debess 30.02 í 50 rygg, Rani Jacobsen 30.97 í 50 bringu, Róland Toftum 24.68 í 50 firvald og Rói Bech 25.29 í 50 frí.
Havnar Svimjfelag átti nú farna metið á 1:51.97, frá Ægir-stevnu í februar 2012, og vóru svimjararir tá Markus Joensen 28.61 í 50 rygg, Pauli Ø. Mohr 30.16 í 50 bringu, Bartal Hestoy 27.51 í 50 firvald og Óli Mortensen 25.69 í 50 frí.
Úrslitalistin sæst her á livetiming.dk
Úrslit frá Reysta-stevnuni 10. mars 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Leirvík, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Svimjiførleikakanningin 2018 sett í verk
Svimjisamband Føroya sendir í hesum døgum oyðubløð út til allar føroyskar skúlar, til føroysk skúlabørn í fimta flokki at fylla út. Hetta er endurtøka av líknandi kanning í 2011 við spurningum, sum eru líkir teimum, ið verða settir eisini í grannalondum sum Danmark og Noregi.
Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open
Sum flestum kunnugt, so er vandi fyri stórum verkfalli ella verkbanni á danska arbeiðsmarknaðinum, um somu tíð sum Danish Open 2018 skal vera í Keypmannahavn. Svimjisamband Føroya hevur tí tikið avgerð um heldur at senda úttiknu svimjarar til Bergen Swim Festival 2018, sum í ár er sama vikuskifti sum Danish Open.
Landsliðslega í Vági 16. til 18. mars 2018
Svimjisamband Føroya skipar í hesum døgum fyri landsliðslegu í Páls Høll í Vági, fyri teimum svimjarum sum hava klárað kravtíð til Danish Open 2018. Hesuferð eru tað høvuðsvenjararnir úr teimum feløgum har svimjararnir til dagliga venja, sum skipa fyri sjálvari venjingini á landsliðsleguni, umframt at Pál Joensen er komin heim at geva burturav sínum royndum sum úrvalssvimjari á heimssstøði.















You must be logged in to post a comment.