Langhylurin í Havn útsettur til 2021

Mikudagin 7. februar hevði Tórshavnar Kommuna boðið Havnar Svimjifelagi og Svimjisambandi Føroya til kunningarfund um langhylin, ið eftir ætlan skal byggjast í Havn. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa.

Á fundinum varð kunngjørt, at projekteringin av arkitektauppskotinum hjá SNA Arkitektum, ið varð kosið vinnari í december 2016, og sum sambært tíðarætlanini longu skuldi verið komin væl áleiðis nú, er útsett til fyrstani at fara í gongd við árslok 2018. Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrrenn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út. Og sambært nýggju tíðarætlanini verður helmingurin av svimjihylskostnaðinum síðan játtaður á fíggjarætlanini fyri 2020, sum so eisini verður árið, tá spakin verður settur í. Hylurin verður eftir hesi ætlan liðugur seint í 2021; og um illa gongst tíðliga í 2022.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Langhylurin í Havn útsettur til 2021

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 24. og 25. februar 2018

Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Stevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu 24. og 25. februar 2018

Startlistar til Ægir-stevnuna 10. og 11. februar 2018

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin og sunnudagin 10. – 11. februar 2018, sum Ægir skipar fyri. Startlistar og úrslit fara eisini at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlistar til Ægir-stevnuna 10. og 11. februar 2018

Innbjóðing til HS-stevnu í Kollafirði 17. februar 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Kollafirði, leygardagin hin 17. februar 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3 – og forvitnislig tí at tað er fyrstu ferð í nógv, nógv ár, at svimjistevna er í Kollafirði.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu í Kollafirði 17. februar 2018

Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. februar 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni á Toftum í dag, leygardagin hin 3. februar 2018, sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. februar 2018

NMU 2018 verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018

Norðurlendsku svimjisambondini samtyktu nú týsdagin hin 31. januar, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018, heldur enn sum áður lýst í Hamar í Noregi hin 7. til 8. juli 2018.

Kravtíðarskipanin verður verandi hin sama hjá Svimjisambandi Føroya, nú bara við hesum broytingum í vertsbýi og dagfesting.

Riga, Latvia. Image courtesy of filin127, CC0 1.0

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on NMU 2018 verður í Riga í Lettlandi hin 14. og 15. juli 2018