Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open

Sum flestum kunnugt, so er vandi fyri stórum verkfalli ella verkbanni á danska arbeiðsmarknaðinum, um somu tíð sum Danish Open 2018 skal vera í Keypmannahavn. Svimjisamband Føroya hevur tí tikið avgerð um heldur at senda úttiknu svimjarar til Bergen Swim Festival 2018, sum í ár er sama vikuskifti sum Danish Open.

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on Landsliðið til Bergen Swim Festival 2018, heldur enn Danish Open

Landsliðslega í Vági 16. til 18. mars 2018

Svimjisamband Føroya skipar í hesum døgum fyri landsliðslegu í Páls Høll í Vági, fyri teimum svimjarum sum hava klárað kravtíð til Danish Open 2018. Hesuferð eru tað høvuðsvenjararnir úr teimum feløgum har svimjararnir til dagliga venja, sum skipa fyri sjálvari venjingini á landsliðsleguni, umframt at Pál Joensen er komin heim at geva burturav sínum royndum sum úrvalssvimjari á heimssstøði.

Continue reading

Posted in Venjing | Comments Off on Landsliðslega í Vági 16. til 18. mars 2018

Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 17. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong ár at stevna aftur var á Tvøroyri.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 17. mars 2018

Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 17. mars 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Tvøroyar svimjihyli, sum Suðuroyar Svimjfelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong, mong ár, at skipað verður fyri svimjistevnu har undir SSF.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 17. mars 2018

Úttøka til Danish Open 2018

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn hin 12. til 15. apríl 2018:

  • úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Lena Rannváardóttir (1998), Marius I. Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998), Óli Mortensen (1996), Vár E. Eidesgaard (2001)
  • úr Ægir: Barbara Debes (2002), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000), Signhild Joensen (2000), Sólvá A. Sigurðsson (2002)
  • úr Suðuroyar Svimjifelag: Alisa Vestergård (2003), Rani Jacobsen (2001), Róland Toftum (1998), Sára R. Nysted (2001)
  • úr svimjifelagnum Reysta: Ásbjørg Hjelm (1999)
  • úr svimjifelagnum FLOT: Birita Debes (1995)

Svimjararnir fáa sum upptakt til hesa luttøku bjóðað luttøku eisini á venjingarlegu í Vági, vikuskiftið hin 16. til 18. mars 2018, undir leiðslu av sínum venjarum og Páli Joensen.

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til Danish Open 2018

Innbjóðing til Reysta-stevnu 10. mars 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar svimjihøll, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 10. mars 2018