Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Hervið innbjóðing til ein stuttan tíðindafund í ÍSF-húsinum í dag, týsdagin hin 10. apríl 2018 kl 10:30, um eitt spennandi nýtt fýraárasamstarv sum Setrið og Svimjisambandið eru farin undir at byggja upp eitt skipað testumhvørvi til føroyskar svimjarar við fíggjarligum stuðli frá altjóða svimjisambandinum FINA.

Vegna Fróðskaparsetrið og SSF

  • Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya
  • Rókur í Jákupsstovu, Svimjisamband Føroya

Posted in Kapping | Comments Off on Tíðindafundur um nýggja 4-ára granskingarverkætlan

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 7. og sunnudagin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri. Ein stevna har vit millum annað fingu eitt nýtt føroyskt met og tvey føroysk juniormet.


Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 7. og 8. apríl 2018

Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2018, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, hin 10. til 12. mai 2018.

Hetta er stevnan sum fyrr æt JM/MU (JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan fyri Ung), sum nú er víðkað til eisini at hava ein seniorbólk.

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2018

HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað

Juniordreingirnir hjá Havnar Svimjifelag settu í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá 4:27.12. SuSvim-dreingir áttu metið á 4:32.57, frá SuSvim-stevnuni í februar mánaða.

Teir sum settu metið fyri HS í dag, vóru Óðin Jákupsson (2002, 1:10.41 í 100 rygg), Bartal E. Eidesgaard (2003, 1:15.59 í 100 bringu), Johan N. Dam (2002, 1:02.02 í 100 firvald) og Høgni H. Thomassen (2002, 59.10 í 100 crawl).

Sí úrslitalistan her.

Posted in Kapping | Comments Off on HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað

SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí

Juniordreingirnir hjá Suðuroyar Svimjifelag settu í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið á 4:07.21, frá FM á langgeil í fjør.

SuSvim-dreingir juniormet í 4×100 frí

Teir sum settu metið fyri SuSvim í gjár, vóru Bartal Debess (2002, 59.32), Rani Jacobsen (2001, 1:01.07), Rói Bech (2001, 59.17) og Rúni Bech (2002, 1:03.63).

Sí úrslitalistan her.

Posted in Kapping | Comments Off on SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí

Signhild 1:03.34 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti í gjár nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið tann kappingin varð avgreidd á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági. Signhild átti sjálv nú farna føroyska metið á 1:03.38, frá Danish Open í fjør. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.

Posted in Kapping | Comments Off on Signhild 1:03.34 og føroyskt met í 100 rygg