Innbjóðing til Svimjifagnaðardag hin 16. september 2018

So royna vit aftur – Um nóg stór undirtøka er fyri tiltakinum, so skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri Svimjifagnaðardegi í Klaksvíkar Svimjihøll, sunnudagin hin 16. september 2018 frá klokkan 14:00 til 17:00. Tiltakið er fyri øll børn sum ganga í 4. til 7. skúlaflokki, óansæð um tey duga at svimja ella ei, og er ókeypis.

Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341

Continue reading

Posted in Breidd | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Svimjifagnaðardag hin 16. september 2018

Úrslit frá HS-stevnuni 1. og 2. september 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 1. og 2. september 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Úrslitini síggjast eisini her á SwimRankings og her á LiveTiming

Tilsamans vóru tey eini 79 íðkarar og 15 lið úr 4 feløgum sum kappaðust 465 ferðir í 38 greinum, hesar báðar dagarnar í Havn.

Besta avrik var tá ið Signhild Joensen (2000) úr Ægir svam 2:13.41 í 200 rygg, sum røkkur til 713 FINA stig.

Besta avrik hjá monnum var tá ið Johan N. Dam (2002) úr HS svam seg til 16:17.21 og 653 FINA stig í 1500 frí.

Sí annars listan her, yvir topp-10 úrslit hjá monnum og kvinnum á hesi stevnu

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá HS-stevnuni 1. og 2. september 2018

Innbjóðing til skeið í Merkjaskipanini 8. og 9. september 2018

Um nóg nógv tekna seg, so skipar Svimjiskúlin fyri skeiðum í Merkjaskipanini, í Tofta skúla leygardagin hin 8. september og sunnudagin hin 9. september.

Skeiðini eru frá kl 09:00 til 18:30, har luttakararnir so kunnu velja um tey vilja møta leygardagin ella sunnudagin. Skeiðskostnaðurin er kr 500, íroknað døgverði og drekkamunnur, og er ætlað øllum sum hava svimjarar á byrjunarstigi.

Meldið til við oyðublaðnum her, áðrenn leygardagin hin 1. september.

Vegna Svimjiskúla Føroya

Rókur

Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Innbjóðing til skeið í Merkjaskipanini 8. og 9. september 2018

Kravtíðir til HM 2019

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HeimsMeistarastevnuna 2019, sum verður í Gwangju í Suðurkora frá 21. til 28. juli 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Gwangju Democracy Bell. Image courtesy of Steve46814/Wikimedia Commons, CC BY-SA 3.0

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Kravtíðir til HM 2019

Kravtíðir til NM og NJM 2018

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2018, sum verður í Oulu í Finnlandi frá 7. til 9. desember 2018. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Toripolliisi (aka The Rozzer), Oulu, Finland

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Kravtíðir til NM og NJM 2018

Kravtíðir til Oyggjaleikir 2019

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2019, sum verða á Gibraltar frá 6. til 12. juli 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Gibraltar. Image courtesy of Steve/Wikimedia Commons, CC BY-SA 2.0

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Kravtíðir til Oyggjaleikir 2019