Vár E. Eidesgaard megnaði í kvøld at vinna sær norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2018 svam teinin uppá 8.56.29, í Oulu í Finnlandi. Sí úrslitalistan her.
Vár 8:56.29 og bronsu á NM/NJM 2018
Úrslit frá FS-stevnuni hin 17. november 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnu í Fuglafirði hin 17. november 2018, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri. Tilsamans vóru tey 66 gentur og 53 úr øllum 6 feløgum sum kappaðust hendan dagin, í 28 kappingum.
Úrslit í html-sniði: fs-stevna-nov-2018-urslit.html
Startlistin til HS-stevnuna 24. og 25. november 2018
Her er startlistin til stevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna fyri allar aldursbólkar, og næsti møguleiki av fýra til at royna eftir kravtíð til Oyggjaleikir á Gibraltar. Startlistin sæst eisini her á livetiming.se
Startlistin í html-sniði: hs-stevna-nov-2018-startlisti.html
Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. november 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin og sunnudagin 24. og 25. november 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna kemur í staðin fyri avlýstu Ægir-stevnu, sum skuldi vera sama vikuskifti, og er úttøkustevna til Oyggjaleikir 2019.
Innbjóðing í PDF-sniði: hs-stevna-nov-2018-innbjoding.pdf
Innbjóðing til FS-stevnu 17. november 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Fuglafirði, leygardagin hin 17. november 2018, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri yngstu aldursbólkarnar, 1, 2 og 3.
- Innbjóðing í pdf-sniði: fs-stevna-nov-2018-innbjoding.pdf
- Innbjóðing í gr-sniði: GR181117.txt
Úrslit frá FM á stuttgeil 2018
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á stuttgeil 2018, sum var í Svimjihøllini í Gundadali hin 26. til 28. oktober. Úrslitini síggjast eisini her á SwimRankings, umframt her á livetiming.se.















You must be logged in to post a comment.