Innbjóðing til FLOT-stevnu 26. januar 2019

Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 26. januar 2019, sum svimjifelagið FLOT skipar fyri. Gevið gætur at hetta er stevnan sum upprunaliga varð ætlað at skula vera hin 2. februar, sum nú er flutt til hin 26. januar í samráð við SSF og føroysku svimjifeløgini. Stevnan er fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FLOT-stevnu 26. januar 2019

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019

Her eru úrslitini frá “SuSvim Specialist 2019” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri, nú leygardagin og sunnudagin hin 12. og 13. januar 2019. Hartil stigini í hesi serligu ‘Specialist’-kapping fyri einstaklingar og lið, sum høvuðsvenjarin í SuSvim skipaði fyri.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans vóru tey 88 einstaklingar úr 5 feløgum sum kappaðust 408 ferðir í 30 kappingum, hesar báðar dagarnar í Páls Høll í Vági.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019

FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Svimjisamband Føroya og altjóða svimjisambandið FINA skipa vikuskiftið hin 22. til 24. mars 2019 fyri dómaraskeiði í Tórshavn, undir leiðslu av tiltikna altjóða yvirdómaranum og kappingarleiðaranum, Søren Korbo. Hetta er grundskeið sum tað ið SSF og FINA skipaðu fyri í Tórshavn í 2013, til at fáa fleiri av okkara trúføstu dómarum og hjálparfólkum at hava formlig prógv uppá síni evni.

Continue reading

Posted in Útbúgving | Comments Off on FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings

Føroysku metlistarnir fluttu sum kunnugt til SwimRankings við ársbyrjan 2018, frá eini heimagjørdari skipan sum undirritaði hevði mennt og rikið fyri SSF síðani 2009. Ein fyribils mangul var tó at landsliðsmetini í liðsvimjing tá ikki enn vóru klár at flyta yvir, men er tað nú fingið upp á pláss.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings

Faldari við svimjispølum frá Svimjiskúla Føroya

Her er leinki til nýtt hefti frá Svimjiskúla Føroya, kallað “58 svimjispøl og ein søga”, sum Pálin Olsen og Rúni Gaardbo hava sett saman. Sum tey siga í fororðunum:

Á skeiðunum, sum Svimjiskúli Føroya hevur havt, hava luttakararnir saknað at fingið tilfar í hondina. Hetta royna vit at bøta um við at seta hetta heftið saman.

Í hesari 1. útgávuni eru eru 58 svimjispøl og ein søga, og aftast eru uppskot til venjingar og spøl til tey fyrstu 5 Svimjiskúlamerkini.

Í heftinum eru fangispøl, sangspøl, bóltspøl og onnur spøl. Flestu spølini eru ætlað til vatntilvenjing, og nøkur eru ætlað vandum svimjarum. Felags fyri øll spølini er, at tey eru mennandi og stuttlig. Øll spølini kunnu verða spæld eftir uppskriftini, men tú kanst sjálvandi broyta tey, so at tey hóska til tín og tínar svimjarar.

Hetta heftið er ikki ein endalig útgáva, og vit taka fegin ímóti viðmerkingum og uppskotum til enn fleiri svimjispøl.

Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Faldari við svimjispølum frá Svimjiskúla Føroya

Úrvalshandan 2019

Úrval avdúkaði í gjár tey sum hava fáa úrvalsjáttan í 2019, harav fimm einstaklingar og ein hópur eru frá svimjingini. Til lukku tit øll.

Úrvalsstuðul 2019 til íðkarar hoyrandi til SSF

  • Signhild Joensen (Ægir) 189.000 kr
  • Óli Mortensen (HS) 163.367 kr
  • Alvi Hjelm (HS) 140.386 kr
  • Vár E. Eidesgaard (HS) 124.000 kr
  • Rókur Trygvason (Ægir) 59.000 kr
  • 15 úrvalssvimjarar í 3. bólki (SSF) 50.000 kr

Tilsamans 725.753 kr

Posted in Kapping | Comments Off on Úrvalshandan 2019