Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í gjárkvøldið stórt nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open svam teinin uppá 16.53.02. Hon átti sjálv føroyska metið á 16:55.18, frá FM á stuttgeil í mars 2017. Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Vár 16:53.02 og føroyskt met í 1500 frí
Startlistar til Atlantic Open 2019
Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar.
SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika
Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.

Image courtesy of Steven Lek, CC-BY-SA 4.0
Úrslit frá SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019
Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni hin 16. mars 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, í svimjihylinum á Tvøroyri.
- Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.txt
- Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.html
Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl
Nú eru praktisku ætlanirnar komnar so mikið nógv ávegis, at vit byrja at kunna tora at lova tað: Hin 8. til 11. apríl 2019 fær føroysk svimjing vitjan av heimsins besta svimjara, og av venjara hennara sum á HM í Kina varð eisini kosin hin besti í heiminum.

Katinka Hosszú. Image courtesy of Doha Stadium Plus Qatar, BY-CA 2.0
Landsliðslega í Vági
- úr HS: Bartal E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Kristina í Skála og Vár E. Eidesgaard, umframt venjari Panagiotis Christou
- úr SuSvim: Rói Bech, Róland Toftum og Sára R. Nysted, umframt venjari Pedro Nunos Prazeres
- úr Ægir: Barbara Debes, Rebekka Trygvadóttir, Rókur Trygvason, Signhild Joensen og Sólvá A. Sigurðsson, umframt venjari Juan Jaime Arroyo Toledo













You must be logged in to post a comment.